2303.21 - Vinnurættur


Skeiðsnummar
2303.21
Heiti
Vinnurættur
ECTS
7,5
Fortreytir
Ongar serstakar fortreytir.
Endamál
Endamálið við lærugreinini er at veita næmingunum so frægan kunnleika um vinnurætt, lóg, rættarhugtøk og venju, knýtt at lærugreinini, at tey eru før fyri at kenna og eyðmerkja løgfrøðilig ivamál, at greina tey og at vísa á loysnir í ítøkiligum ivamálum
Innihald
Vinnurættur er týðandi amboð í stjórn av fyritøkum, tá ræður um karmarnar fyri rakstri og framleiðslu, fyri sáttmálar og fíggingarleistir, eins og samskifti og samvinnu við aðrar partar v.m. Í lærugreinini verða tær ásetingarnar viðgjørdar, sum skipa avgerðagongdina í fyritøkuni, og næmingarnir skulu í felag og einsæris umhugsa hvussu fyritøkan skipar seg í mun til ásetingarnar
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, samrøður og næmingaframløgur av heimauppgávum
Læruúrtøka
Næmingurin skal eftir lokið skeið duga at • skilja lógartekst av úrvaldum slagi og duga at orða seg í hóskandi løgfrøðiligum málbúna í samskifti um tey málsevni, sum fevnd eru av skeiðinum • greina rættarstøðuna hjá fyritøkum og einstaklingum • eyðmerkja ítøkiligar vinnurættarligar støður og duga at knýta vinnurættarlig hugtøk, reglur og rættarkeldur til málið • seta fram loysnir til vinnurættarlig mál við ávísingum til rættar og hóskandi metodur, keldur og lógarheimildir • hugleiða um samfelagsliga týdningin av og um grundina undir ávísari rættarstøðu í vinnuligum høpi.
Próvtøkuháttur
3 tímar skrivlig próvtøka.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Verður tøkur á deildini
Ábyrgd
Hans Ellefsen