2531.18 - Økonometri 1


Skeiðsnummar
2531.18
Heiti
Økonometri 1
ECTS
7,5
Fortreytir
Staðið miðnám við B-støði í støddfrøði. Førleiki frá Hagfrøði og sannlíkindarokning, Støddfrøði 1 og Støddfrøði 2 ella javnlíkum skeiðum er ein fyrimunur.
Endamál
Endamálið er, at tann lesandi ognar sær vitan um empirisku tilgongdina til búskaparfrøði, bæði ástøðiliga og gjøgnum egnar royndir við empiriskum kanningum. Harumframt er endamálið, at tann lesandi fær førleikar til at meta um og taka hædd fyri teimum óvissum, sum kunnu gera seg galdandi í empiriskum greiningum
Innihald
Í skeiðinum fær tann lesandi kunnleika til multipla linjurætta regressiónsmyndilin fyri tvørskurðardátur. Mannagongdin Ordinary Least Squares (OLS) verður gjølliga viðgjørd, umframt týðandi hagfrøðiligir eginleikar sum miðalrættleiki og konsistensur hjá OLS. Tann lesandi lærir harumframt hvønn týdning ymiskar fortreytir í regressiónsgreiningini hava, og hvussu vit handfara støður, har hesar fortreytir ikki eru til staðar. Her umrøða vit serliga (i) ymiska variansu hjá feilliðunum (heteroskedastisitet), (ii) korrelatión millum feilliðið og ein ella fleiri frágreiðandi variablar og (iii) óneyvar hagtalsmátingar. Dátatilfar við tíðarrøðum verður somuleiðis viðgjørt, og umrøtt verður, hvussu fortreytirnar og greiningin verða tillagað í hesum førinum.
Læru- og undirvísingarhættir
Námssetningurin verður gjøgnumgingin í fyrilestrunum og venjingartímum. Í venjingartímunum leggja tey lesandi fram loysnir upp á útlutaðar uppgávur í námssetninginum. Framkomið dátaforrit verður nýtt í undirvísingini, og tann lesandi lærir at gera sjálvstøðugar empiriskar kanningar við forritinum.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skal tann lesandi hava ognað sær vitan um: linjurætta regressiónsmyndilin við einum frágreiðandi variabli og viðkomandi fortreytir handan henda myndil. multipla regressins myndilin og viðkomandi fortreytir handan myndilin. hagfrøðiligar niðurstøður (inferens) í sambandi við regressiónsgreining. nær vit, við støði í eini regressiónsgreining, kunnu staðfesta ein orsakssamhang. Tann lesandi skal somuleiðis hava ognað sær hesar førleikar: at útleiða einfaldar estimatorar og vísa á hagfrøðiligar eginleikar hjá hesum estimatorum (m.a. viðvíkjandi miðalrættleika og konsistensi). at nýta ymiskar estimatiónsmannagongdir, har dentur verður lagdur á Ordinary Least Squares (OLS) og Weigted Least Squares (WLS), og at meta um, nær hesar mannagongdir eru hóskandi. at gera viðkomandi hypotesutestir í sambandi við regressiónsgreining. at rokna og tulka ymisk p-virðir og konfidensstrekkir í regressiónsgreining. at velja ímillum ymisk funktiónssløg. at nýta indikator variablar í regressiónsgreining. at meta um støður, har fortreytirnar handan myndlarnar ikki halda, og gera neyðugar tillagingar í greiningini. at gera neyðugar tillagingar í regressiónsgreiningini, tá vit arbeiða við dátatilfarið við tíðarrøðum, heldur enn tvørskurðardátum.
Próvtøkuháttur
3 tíma skrivlig próvtøka. Undir próvtøkuni, hevur tann lesandi loyvi til at brúka alt undirvísingartilfar- og amboð, men skal ikki hava atgongd til interneti.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Verður tøkur á deildini
Ábyrgd
Herit Vivi Bentsdóttir Albinus