6104.23 - Vakstrarfyritøkur


Skeiðsnummar
6104.23
Heiti
Vakstrarfyritøkur
ECTS
10
Fortreytir
Miðnámskúlaprógv við støddfrøði á B-stigi.
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at geva teimum lesandi innlit í ástøði, hugtøk og háttaløg í sambandi við vakstrarfyritøkur, soleiðis at tey sjálvstøðugt kunnu brúka hesi í verki. Tað veri seg sum íverksetarar, starvsfólk, íleggjarar ella ráðgevar hjá vakstrarfyritøkum ella øðrum organisatiónum, sum kunnu læra frá vakstrarfyritøkum.
Innihald
Skeiðið er skipað sum ein íverksetararaferð í fýra pørtum frá hugskoti til stórfyritøku. 1) Byrja: í fyrsta parti verður farið frá hugskoti til eina fyritøku, sum hevur eitt produkt, sum marknaðurin vil hava. Dentur verður lagdur á íverksetaratoymið, byrjanarfígging og at røkka eini støðu, har produktið passar til marknaðin. 2) Byggja: Í øðrum parti verður farið frá einum brúkiligum produkti til eina fyritøku, sum er klár til uppskalering. Dentur verður lagdur á skipan av organisatiónini, tillaging av produktinum og fíninnstilling av forrætningsmyndlinum. 3) Vaksa: Í triðja parti verður ferð sett á. Dentur verður lagdur á vakstrarfígging, altjóðagerð og leiðslu og stýring í eini fyritøku í stórari broyting. 4) Enda: Í fjórða og síðsta parti fer fyritøkan frá at vera ein vakstrarfyritøka til at blíva seld ella blíva ein rakstrarfyritøka. Dentur verður lagdur á, hvussu íverksetarar og íleggjarar fáa vinningin útgoldnan.
Læru- og undirvísingarhættir
Frálærutímarnir verða nýttir til stuttar fyrilestrar, venjingar og samrøður við fólk í íverksetaraumhvørvinum. Studentaframløgur verða gjørdar sambært ætlan. Mælt verður til regluligt og skipað bólkaarbeiði sum liður í fyrireiking.
Læruúrtøka
Tann lesandi skal eftir lokið skeið vera førur fyri at: 1) greiða frá muninum millum vakstrar- og rakstrarfyritøkur, 2) brúka amboð at lýsa forrætningsmyndlar hjá íverksetarum, 3) lýsa ymisku leiklutirnar í vakstrarfyritøkum og hvussu eitt fjølbroytt íverksetaratoymi kann skipast, 4) greina minsta nýtiliga produkt, og í hesum sambandi eisini meta um, nær produktið passar til marknaðin og hvussu til ber at tillaga produktið og seta nýggja kós, 5) býta ferðina hjá vakstrarfyritøkum upp í ymiskar fasur og meta um, hvat krevst í hvørjari fasu, 6) lýsa ymisku fíggingarleistirnar, herundir sjálvfígging, lán, setfígging og framtaksfígging, og 7) greiða frá, hvussu íverksetarar og íleggjarar fáa vinning umvegis vinningsbýti, børsskráseting ella uppkeyp og samanlegging.
Próvtøkuháttur
Skrivlig heimauppgáva á í mesta lagi 5.000 orð.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Verður tøkur á deildini
Ábyrgd
Herit Vivi Bentsdóttir Albinus