2224.20 - Spælteori (valskeið)
Skeiðsnummar
2224.20
Heiti
Spælteori (valskeið)
ECTS
10
Fortreytir
Miðnámsskúlaprógv. Mikrobúskaparfrøði 1 og 2 eru fortreytir fyri at luttaka á hesum skeiði.
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at geva teimum lesandi innlit í hugtøk, ástøði og háttalag innan spæl teori, og gera tey før fyri sjálvstøðugt at brúka hesi í verki.
Innihald
Skeiðið viðger spæl teori frá einum búskaparligum sjónarmiði. Spæl teori er ein háttur at gera støddfrøðiligar myndlar fyri strategiska interaktión millum avgerðar takarar. Í hesum skeiðinum læra vit grundleggjandi spæl teori og amboð til at loysa nógvar ymiskar búskaparligar avbjóðingar m.a. innan økini ídnaðar organisering, makro búskaparfrøði og tilfeingisbúskap osfr.
Innihaldið á skeiðinum er:
1. Innleiðsla til spæl teori
2. Spøl í strategisk formi
3. Spøl í ekstensivum formi
4. Spøl við ófullfíggjaðum upplýsingum
5. Endurtikin spøl
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði, venjingar og framløgur.
Læruúrtøka
Tann lesandi skal eftir lokið skeið vera førur fyri at brúka teoretisku hugtøkini og matematisku myndlarnar, sum eru gjøgnumgingnir í skeiðinum, til at:
• At skilja og kunna greiða frá fleiri spæl teoretiskar mátar at skilja atferð í strategiskum støðum.
• Greina ymisk spøl og kunna brúka ymisk amboð til tess at finna eina javnvág
• Skilja ímillum spæl støðum og reinum individuellum avgerðar støðum
• Kunna greiða frá spæl teoretiskum hugtøkum so sum: spælarum, strategium, vinningi, rationaliteti og Nash javnvág
• Kunna greiða frá hugtøkunum um dominerandi strategi og reinum og blandaðum strategium og besta aftursvar
• Kunna finna tað dominerandi strategiina og tað reinu og tað blandaðu strategi Nash javnvágina
• Kunna tulka úrslitini av analysuni
Próvtøkuháttur
Skriftlig próvtøka á 3 tímar uttan hjálparamboð.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Joseph E. Harrington, Jr.: Games, Strategies, and Decision Making. Worth Publishers, 2009
Ábyrgd
Hans Ellefsen