2298.18 - Nýskapan
Skeiðsnummar
2298.18
Heiti
Nýskapan
ECTS
10
Fortreytir
Miðnámsskúlaprógv.
Endamál
Endamálið við skeiðinum er, at geva teimum lesandi innlit í ástøði, hugtøkum og háttalag innanfyri innovatión, og sjálvstøðugt at brúka hesi í verki.
Innihald
Skeiðið hevur fokus á, hvat innovatión er, og hvussu innovatión kann nýtast innan fyritøkur, stovnar og felagsskapir. Tann lesandi fær innføring í eina røð av innovatiónsástøðum, -hugtøkum og -háttaløg, sum geva lesandi førleikar at greina og diskutera, hvat innovatión er, hvussu hon virkar og hvat fyri avbjóðingar/møguleikar ein innovatión hevur. Fakið gevur hervið lesandi innleiðslu í og fatan av, hvussu mannagongdir virka í innovatións-samanhangi.
Fakið er bygt á trý grundleggjandi evnir:
1. Menning av innovatiónssástøðum gjøgnum tíðina, herundir týdningin og ávirkanin hetta hava havt á okkara gerandisdag.
2. Týdnigarmikil ástøði, ið brúkt verða í innovatións-samanhangi í dag
3. Týdningarmikil háttaløg sum íkast til innovatiónmannagongdir
Dentur verður lagdur á, at menna teir praktisku førleikarnar til at føra ástøði, hugtøk og háttaløg í verki.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði, venjingar og framløgur, sum stuðla undir menningini av at føra innovatións-arbeiði í verki.
Læruúrtøka
Tann lesandi skal eftir lokið skeið vera førur fyri at:
• Greiða frá ástøði, hugtøkum og háttaløgum um, hvat ein innovatión er, og hvussu innovatión virka.
• Greina fyrimunir/vansar við hugskotum í samband við innovatiónsmannagongdum.
• Greina, hvussu innovatiónir verða ávirkaðar av, og tillaga seg eftir, umhvørvinum, sum innovatiónir eru í.
• Brúka relevant tilfar frá pensum til at skilja og greiða frá avbjóðingum í samband við innovatión.
• Gera eina kritiska meting av, hvussu ástøði, hugtøk og háttaløg úr pensum er relevant í konkretum støðum. Duga at gjøgnumføra eina innovatiónstilgongd í verki, og sjálvstøðugt vísa á hvussu konktetar avbjóðingarnar kunnu handfarast á bestan hátt.
• Miðla og orða hesa vitan og vísa hesar førleikar sannførandi, skynsamt og yrkisliga evnisbeint (trupulleika-orienterað). Munnliga og skrivliga.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við útgangsstøði í skrivligari uppgáva. 5.000 orð.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Verður tøkur á deildini (Moodle) áðrenn byrjan.
Ábyrgd
Árni Jóhan Petersen