3002.10 - Støddfrøði 1


Skeiðsnummar
3002.10
Heiti
Støddfrøði 1
ECTS
7,5
Endamál
At geva studentunum eina innleiðslu í støddfrøðisgreining við atliti til nýtslu innan alisfrøði og verkfrøði.
Innihald
Kompleks tøl, grundleggjandi funktiónirnar, Taylor polynomium, l’Hospital’s regul, stamfunktiónir og integral, innleiðsla til differentiallíkningar, markvirði, rekkjur og konvergensur, potensrekkjur, Taylor og Maclaurin rekkjur, stutt um vektorar og matrisur, funktiónir í fleiri variablum, partiel differentiering, ketureglan í fleiri variablum, gradientur.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar og uppgávurokning. Venjing við Maple forritinum.
Próvtøkuháttur
Gjørdar verða seks innlatingar, meðan undirvísingin fer fram. Skrivlig próvtøka í fýra tímar. Hjálparamboð loyvd - undantikið teldur og lummaroknarar, ið kunnu gera abstrakt symbolska manipulatión (t.d. TI83, TI83plus og TI84 eru loyvd). Próvtøkuúrslit sambært galdandi próvtalsstiga. Endaliga próvtalið verður givið soleiðis, at 4 tær bestu innlatingarnar viga 30% og skrivliga próvtøkan vigar 70%.
Lestrarlisti
“Calculus. A complete course.” Robert A. Adams and Christopher Essex. 7th Edition. Pearson. ISBN-13: 978-0-321-54928-0.
Ábyrgd
Gunnar Restorff