2280.16 - Aðaltættir í búskaparfrøði, makro


Skeiðsnummar
2280.16
Heiti
Aðaltættir í búskaparfrøði, makro
ECTS
7,5
Fortreytir
Staðið miðnám við B støði í støddfrøði.
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at fyrireika tey lesandi til sjálvstøðugt at vera før fyri at lesa búskaparfrøðiligan faklitteratur og at brúka mikrobúskaparfrøðiliga metodu og hugsunnarhátt í greiningum av búskaparligum spurningum.
Innihald
Makrobúskaparfrøðin viðger samanhangin í øllum búskapinum, og evnini eru slík sum framleiðslan í øllum búskapinum sum heild, arbeiðsmarknaðurin sum heild, gjaldsjavni samfelagsins, rentustøðið, prísinflasjón og tílík evni. Í makrobúskaparfrøði kanna vit hvat ið hevur árin á hesi nevndu fyribrigdi, fyri at kunna gera forsagnir um komandi búskapargongd og fyri at kanna møguleikarnar at ávirka gongdina við fíggjarpolitikki og øðrum búskaparligum politikki. Givin verður frálæra í breiðum úrvali av samfelagsbúskaparligum málum, uttan at fara djúpt til verka í nøkrum teirra. Í lærugreinini fáa næmingarnir kunnleika til meginevnini í búskapinum, og læra um háttaløg og úrslit í samfelagsbúskaparfrøði. Farið verður ígjøgnum meginevnini í makrobúskaparfrøði í bæði drúgvum høpi og stuttum høpi, og saman við viðkomandi empiriskum tilfari tað næmingunum førleikar at skilja hvussu samfelagsbúskapur virkar, og gevur eina hóming av hvussu politikkur kann ávirka búskapin. Teoretisku modellini vera greinað í grafiskum sniði og við einfaldari støddfrøði. Næmingarnir skulu læra at skilja samanhangirnar millum orsakir og avleiðingar í einføldum støddfrøðiligum modellum av samfelagsbúskapinum, og dentur verður lagdur á at næmingar skulu skilja mekanikkin og dynamikkin í búskapinum, sum munna út í støddfrøðiliga roknaðu úrslitunum.
Læru- og undirvísingarhættir
Pensum verður gjøgnumgingið í fyrilestrunum og venjingartímum. Í venjingartímunum leggja tey lesandi javnan fram loysnir upp á uppgávur í pensum, ella skriva stuttar frágreiðingar um givin evni
Læruúrtøka
Tann lesandi skal eftir lokið skeið vera førur fyri: • At greina grundbygnaðin av samfelagsbúskapinum sambært tjóðarroknskaparligu hugtøkunum, identitetum og atferðarlíkningum • At greina munin og samanhangin millum roynveruliga partin av búskapinum og fíggjarliga partin í navnavirði, eins og at greina munin millum fjarsýnda og stuttsýnda búskaparfrøði • At lýsa og tulka aktuellar hendingar í samfelagsbúskapinum innan karmarnar av modellunum, hann næmingurin lært • At brúka grafisku modellini til at lýsa javnvágir og at vísa gongdina frá misjavnvág til javnvág, eins og at stuðla grafisku lýsingina við einføldum matematiskum samanhangum • At greina Keyneska 45 stiga modellið og tess týdning fyri makrobúskaparliga javnvág • At brúka AD-AS modeelið til ymiskliga greining av skifti millum javnvág og misjavnvág, eins og at brúka modellið til at greina dygdir og vansar við ymsum slag av búskaparpolitikki
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka í 20 minuttir við fyrireikingartíð upp á 40 minuttir, har loyvt er at brúka frálærutilfarið og egnar notur
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Verður tøkur á deildini
Ábyrgd
Hermann Oskarsson