2281.16 - Virkisstýring


Skeiðsnummar
2281.16
Heiti
Virkisstýring
ECTS
7,5
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at geva teim lesandi: • Innleiðslu í virkisbúskaparlig hugtøk og mannagongdir í sambandi við avgerðargongdir innan ymisk virkisumhvørvi • Fatan av praktiskari nýtslu av búskaparligum greiningum við atliti til virkisstjórnarligar avgerðargongdir
Innihald
Skeiðið lærir tey lesandi virkisbúskaparlig hugtøk, sum eru neyðug amboð í sambandi við virkisstjórnarligar avgerðargongdir, har veljast skal millum tøkar møguleikar fyri at røkka virkisendamálu(nu)m. Umrødd evni eru: ger av fíggjarætlan, virðisáseting, rakstrarkostnaðir, rakstrarpeningur, cash-flow og kapitalbygnaðir.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar og venjingartímar
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skulu tey lesandi at vera før fyri at skilja og vandaliga greina fylgjandi hugtøk: • Corporate Goals og Corporate Governance • Capital Budgetting og Costs of Production • Valuation of Free Cash Flow (WACC & APV) • Corporative Debt og Working Capital • M&A, Business Start-up plan
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka í 20 minuttir við fyrireikingartíð upp á 40 minuttir, har loyvt er at brúka frálærutilfarið og egnar notur
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistin verður tøkur á deildini
Ábyrgd
Mrdalo Zvonimir Pero Duro