2288.17 - Sannlíkindarokning og hagfrøði


Skeiðsnummar
2288.17
Heiti
Sannlíkindarokning og hagfrøði
ECTS
7,5
Fortreytir
Staðið miðnám við B støði í støddfrøði. Førleiki frá skeiðunum Støddfrøði 1 og Støddfrøði 2 ella javnlíkum skeiðum er fyrimunur.
Endamál
Endamálið er, at tann lesandi fær grundleggjandi vitan um og førleikar í sannlíkindarokning og hagfrøði til brúks í økonometri og framhaldslestri í búskaparfrøði.
Innihald
Í fyrra parti av skeiðinum er frálæra í grundleggjandi sannlíkindaástøði. Innleiðsla verður givin í hugtøk so sum sannlíkindi, stokastiskar variablar, sannlíkindabýti og transformasjón av stokastiskum variablum, og lesandi læra, hvussu stokastiskir variablar verða lýstir við sannlíkindabýti, bæði tá talan er um einstakan variabul og tá talan er um fleiri variablar. Dømi verða gjøgnumgingin um mest brúktu sannlíkindabýtini, og um hvussu hesi kunnu sermerkjast við býtismátum sum miðalvirði og variansi. Í viðgerðini av fleirvariabul sannlíkindabýtum verður innleiðsla givin í hugtøkini; treytað sannlíkindabýti og hagfrøðiligt óheftni. Seinni partur av skeiðinum er ein innleiðsla í hagfrøðiliga greining av data og amboð til at gera niðurstøður grunda á greiningarnar.
Læru- og undirvísingarhættir
Námssetningurin verður gjøgnumgingin í fyrilestrunum og venjingartímum. Í venjingartímunum leggja tey lesandi fram loysnir upp á útlutaðar uppgávur í námssetninginum.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skal tann lesandi vera førur fyri at lýsa og brúka: • Hagfrøðilig greining av data umfatandi val av hagfrøðiligum myndlum til at lýsa eitt givið datatilfar, • Hagfrøðilig meting av parametrunum, roynd av hypotesum um parametrarnar • Numerisk og grafisk amboð til at lýsa empirisk býtismát. • “Law of Large Numbers” og “Central Limit Theorem”. • Sannlíkindaástøðilig teroretisk/matematiskt defineraði hugtøk - herundir: o Sannlíkindi; teirra millum samtíðar-, marginal- og treytað-sannlíkindi, o Stokastiskir variablar og ummyndan av stokastiskum variablum, o Sannlíkandabýti, o Sannlíkindafunktión, o Tættleikafunktión, o Óheftni millum stokastiskar variablar, o Miðalvirði og treytað miðalvirði, o Variansur og samvariansur. • Útvald sannlíkindabýti herundir: o Bernoulli-, Binomial-, Poisson-, Multinomialt-, Geometriskt-, Javn-, normal-, Chi-í-øðrum-, og Eksponential-býtið. • Týdningarmikil hagfrøðilig hugtøk - herundir: o Óheftir og samlíkt (identiskt) býttir stokastiskir variablar, o Likelihood funktión, o Maximum likelihood mát, o Eginleikar hjá maximum likelihood mátinum o Konsistensur og asymptotiskt normalbýti, o Tilgerð av álitismørkum (konfidensintervallum) og hypotesuroyndum, írokna uppseting av hypotesum og teststøddum • Aðalreglur fyri myndla-eftirkanning, eftirkanning av býtisfortreytum og tilgerð av eftirkanning av skeivleikum í myndlaforskrift. • Eftirkannan av fortreytunum undir hagfrøðiliga myndlinum
Próvtøkuháttur
3 tíma skrivlig próvtøka við stuðulstilfari.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Verður tøkur á deildini
Ábyrgd
Jóannes Jacobsen