2290.17 - Makrobúskaparfrøði 1


Skeiðsnummar
2290.17
Heiti
Makrobúskaparfrøði 1
ECTS
7,5
Fortreytir
Staðið miðnám við B støði í støddfrøði. Førleiki frá skeiðunum Aðaltættir í Makro, Aðaltættir í Mikro og Støddfrøði 1 er fyrimunur.
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at geva næmingunum førleikar til sjálvstøðugt at brúka teir týdningarmestu ástøðiligu og støddfrøðiliga lýstu grundmyndlarnar um stakpartar av drúgføru samfelagsmenningini, og tessvegna at grundfesta kunnleikan hjá næminginum í vísindaligum háttalag og ástøði um evnið.
Innihald
Á skeiðinum verður givin frálæra um drúgføra samfelagsbúskapin (long-run macroeconomics) og um búskaparvøxtur. Við støði í Aðaltættum í samfelagsbúskaparfrøði, makrobúskaparfrøði, fáa næmingarnir innlit í mest algongdu formligu myndlarnar um búskaparvøxtur og drúgføru rákgongdirnar í framleidni og miðalinntøku, í nýtslu og íløgum. Nortið verður við fleiri aðrar tættir í sambandi við búskaparvøxtur og drúgføra búskapin, við tí endamáli at geva næmingunum fatan av umfatandi evnisúrvalinum. Dentur verður lagdur á at læra næmingarnar at brúka hagfrøðilig forrit til at greina hagtøl um evni viðvíkjandi búskaparvøxtri og búskaparmenning í heiminum
Læru- og undirvísingarhættir
Lærutilfarið verður gjøgnumgingið í fyrilestrunum. Í venjingartímunum arbeiða næmingarnir saman fyri at finna fram
Læruúrtøka
Tann lesandi skal eftir lokið skeið vera førur fyri: • Við formligum myndlum og egnum orðum at greina hugtøk og stakpartar í drúgføru menningini av samfelagsbúskapinum • Við formligum myndlum og sjálvstøðugum texti at greina mest týðandi hugtøkini í frøðini um búskaparvøxtur • Við støði í nútímans formligari búskaparfrøði at greina búskaparvøxturin í framkomnum londum og munin í inntøku millum rík og fátøk lond • Við hagfrøðiligum forriti at brúka hagfrøði til at greina sonnu búskapargongdina í heimsins ymsu londum
Próvtøkuháttur
Próvdømingin er uttanseturs
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Verður tøkur á deildini
Ábyrgd
Jóannes Jacobsen