2291.17 - Strategi


Skeiðsnummar
2291.17
Heiti
Strategi
ECTS
7,5
Fortreytir
Tann lesandi skal hava staði fyrsta árið á útbúgvingini í búskaparfrøði ella samfelagsfrøðiligari útbúgving. Fyrimunur er at hava kunnleika til virkisbúskaparligu grundarsteinarnar, sum hava verið gjøgnumgingnir t.d. í skeiðinum ‘Aðaltættir í Mikro’.
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at læra tann lesandi at skilja tey strategisku atlitini og møguleikarnar hjá einari fyritøku, og at skilja hesi í tí ítøkiliga umhvørvinum, sum fyritøkan virkar í.
Innihald
Strategi er ein lærugrein, sum er í støðugari menning, og nýggjar teoriir koma javnan fram. Umframt lærubókina, har tær mest brúktu teoriirnar og metodurnar verða lýstar, verður undirvísingin tí skipað við styttri greinum, framløgum og veruligum cases og venjingum, har tey lesandi verða vand við strategiska hugsan.
Læru- og undirvísingarhættir
Frálærutímarnir verða nýttir til stuttar fyrilestrar og venjingar og case uppgávur. Studenta framløgur verða gjørdar sambært ætlan. Mælt verður til regluligt og skipað bólkaarbeiði sum liður í fyrireiking.
Læruúrtøka
Tann lesandi skal eftir lokið skeið vera førur fyri at: • greiða frá høvuðsøkjununum innan strategi og teimum teoretisku metodunum innan strategiska leiðslu. • greina kappingarumhvørvið – altjóða og lokalt – hjá einhvørjari fyritøku ella organisatión • greina strategiskar møguleikar: hvussu, hvar og á hvønn hátt ein fyritøka má kappast. • finna keldurnar til kappingarfyrimunir og at greina hesar fyrimunir • greina strategisku valini millum organiskan vøkstur, uppkeyp ella strategiskar alliansur. • skipa ta strategisku ráðleggingartilgongdina og implementeringina av strategi, herundir at greina og meta um váðar.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við framløgu av innlatnari heimauppgávu. Heimauppgávan telur uml 10 síður, og kann verða skriva sum einstakligauppgáva, ella í bólki.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Verður tøkur á deildini
Ábyrgd
Jóannes Jacobsen