2300.18 - Lokarit á grundnámi í Búskaparfrøði og Virkisfrøði


Skeiðsnummar
2300.18
Heiti
Lokarit á grundnámi í Búskaparfrøði og Virkisfrøði
ECTS
15
Fortreytir
Fyri at lata inn lokarit, skal næmingurin í minsta lagi hava staðið allar lærugreinir á øðrum lestrarári.
Endamál
Ritgerð at skriva til lestralok grundnáms
Innihald
Vísindalig viðgerð av hóskandi evni í búskaparfrøði og/ella virkisfrøði, undir leiðbeining frá lærarum
Læru- og undirvísingarhættir
Leiðbeining
Læruúrtøka
Av at skriva lokarit skal næmingurin læra: • Í skrift at staðfesta, greina og lýsa eitt mál av búskaparfrøðiligum slag á hóskandi teoretiskum stigi • At leita fram neyðugu upplýsingarnar og data, og at leggja til rættis skipaða viðgerð av upplýsingunum, við vísindaligum metodum, grundað á teoretiskan lærdóm í lestrinum, og í arbeiðinum við lokaritinum • At lýsa tættirnar í valda evninum við støði í teorium úr lestrinum og í arbeiðinum við lokaritinum • At skriva væl skipað lokarit um valda evnið við samanseting av dataviðgerð og teoretiskum kunnleika um búskaparfrøði og/ella virkisfrøði • At skriva niðurstøður, grundaðar á viðgerðina, at vísa á møguligar avleiðingar og á hugsandi víðkaða viðgerð av evninum • At velja og brúka best hóskandi bókmentir til teoretiskt, metodiskt og empiriskt tilfar
Próvtøkuháttur
Upprit, lokarit og munnlig próvtøka. Uppritið telur 15 prosent av próvtalinum og lokaritið við próvtøku telja hini 85 prosentini.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Samsvarandi bókmentalistanum í ritgerðini
Ábyrgd
Hermann Oskarsson