2284.23 - Marknaðarføring


Skeiðsnummar
2284.23
Heiti
Marknaðarføring
ECTS
7,5
Fortreytir
Miðnámskúlaprógv við støddfrøði á B-stigi.
Endamál
At lesandi fáa grundleggjandi kunnleika um marknaðarføring og gerast før fyri at lýsa, greina og meta um støðuna hjá eini fyritøku og at loysa marknaðarføringsavbjóðingarnar hjá fyritøkuni.
Innihald
Í hesum skeiðinum verður undirvíst í, hvussu marknaðarføring skapar virði fyri fyritøkuna og viðskiftafólkini. Og hvussu hetta virðið kann gagnnýtast tilætlað umvegis marknaðarføring. Strembað verður eftir at geva teimum lesandi eina grundleggjandi fatan av, hvussu fyritøkur brúka marknaðarføring umvegis ástøði og dømir úr veruleikanum.
Læru- og undirvísingarhættir
Frálærutímarnir verða nýttir til fyrilestrar, kjak, uppgávur og næmingaframløgur.
Læruúrtøka
Tann lesandi skal eftir lokið skeið megna at: • Skilja og nýta grundleggjandi ástøði innan marknaðarføring • Lýsa marknaðarumhvørvið og týdningin tað hevur fyri fyritøkuna, umframt ávirkanina á marknaðarátøkini hjá fyritøkuni • Greiða frá brúkara- og keypsatburðinum hjá ymiskum viðskiftabólkum • Skipa marknaðir út frá ymiskum eyðkennum • Lýsa virðir hjá viðskiftafólkum og hvussu fyritøkur brúka hesi í marknaðarføringsátøkum • Meta um kappingarfyrimunir og hvussu fyritøkur á besta hátt kunnu gagnnýta hesar • Meta um, hvør marknaðarstrategi er hóskandi fyri eina fyritøku • Útinna eina marknaðarætlan
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka á 3 tímar. Lesandi kunnu hava alt tilfar við til próvtøkuna og hava atgongd til internet undir próvtøkuni. Fortreyt fyri at sleppa til próvtøku er, at tann lesandi hevur latið inn eina bólkauppgávu, sum er vorðin góðkend av undirvísaranum.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistin verður tøkur á deildini
Ábyrgd
Herit Vivi Bentsdóttir Albinus