2285.23 - Mikrobúskaparfrøði 1


Skeiðsnummar
2285.23
Heiti
Mikrobúskaparfrøði 1
ECTS
7,5
Fortreytir
Staðið miðnám við støddfrøði á B stigi.
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at fyrireika tey lesandi til sjálvstøðugt at vera før fyri at lesa búskaparligan faklitteratur og at brúka mikrobúskaparligt háttalag í greiningum av búskaparligum spurningum.
Innihald
Skeiðið er framhald av skeiðunum ‘Aðaltættir í búskaparfrøði’, ‘Støddfrøði 1’ og ‘Støddfrøði 2’. Skeiðið er eitt innleiðandi skeið í mikrobúskaparfrøði, har leitt verður inn til formligar, matematiskar greiningar av mikrobúskaparligum spurningum. Í gjøgnumgongdini av ástøðum og myndlum verður áherðsla løgd á sambandið millum fortreytirnar og tey úrslit og niðurstøður, sum koma burturúr. Skeiðið gevur tí lesandi innleiðslu í og fatan av búskaparligum avgerðum hjá aktørum (húsarhaldi ella fyritøku) í einum marknaðarbúskapi við fullkomnari kapping. Hetta førir til eina lýsing av búskaparligari heildarjavnvág og greining av vælferð við støði í grundleggjandi vælferðarlærusetningum.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðstilfarið verður gjøgnumgingið í fyrilestrum og venjingartímum. Í venjingartímunum leggja tey lesandi fram loysnir upp á útlutaðar uppgávur.
Læruúrtøka
Tann lesandi skal eftir lokið skeið - innanfyri búskaparfrøðiligu rammuna av búskaparmyndlum við fullkomnari kapping - vera førur fyri: • At greina og rokna út marknaðarjavnvágir og broytingar í hesum, tá búskaparumhvørvið broytist • At skilja og endurgeva, hvussu rationellir brúkarar velja millum ymiskar møguleikar, treytað av prísum og inntøku • At greina og rokna út, hvussu atferð hjá brúkarum er treytað av teirra preferensum • At greina og rokna út, hvussu ein framleiðari velur eina framleiðsluætlan, tá hann vil maksimera sín vinning • At greina heildarjavnvágir (Walras-javnvágir) í einum búskapi við tveimum aktørum (tveimum brúkarum ella einum brúkara og einari fyritøku) • At greina Pareto-optimalar legur í einum búskapi
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka á 3 tímar uttan hjálparmiðlar. Treytin fyri at sleppa til próvtøku er, at tann lesandi hevur staðið í minsta lagi tvær innlatingar.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Verður tøkur áðrenn skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Hans Ellefsen