2290.23 - Makrobúskaparfrøði 1


Skeiðsnummar
2290.23
Heiti
Makrobúskaparfrøði 1
ECTS
7,5
Fortreytir
Staðið miðnám við støddfrøði á B stigi.
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at geva næmingunum førleikar til sjálvstøðugt at brúka teir týdningarmestu ástøðiligu og støddfrøðiliga lýstu grundmyndlarnar um stakpartar av drúgføru samfelagsmenningini, og tessvegna at grundfesta kunnleikan hjá næminginum í vísindaligum háttalag og ástøði um evnið.
Innihald
Á skeiðinum verður givin frálæra um drúgføra samfelagsbúskapin (long-run macroeconomics) og um búskaparvøkstur. Við støði í Aðaltættum í makrobúskaparfrøði og Makrobúskaparfrøði 1, fáa næmingarnir innlit í mest algongdu formligu myndlarnar um búskaparvøkstur og drúgføru rákgongdirnar í framleidni og miðalinntøku, í nýtslu og íløgum. Nortið verður við fleiri aðrar tættir í sambandi við búskaparvøkstur og drúgføra búskapin, við tí endamáli at geva næmingunum fatan av umfatandi evnisúrvalinum. Dentur verður lagdur á at læra næmingarnar at brúka hagfrøðilig forrit til at greina hagtøl um evni viðvíkjandi búskaparvøkstri og búskaparmenning í heiminum.
Læru- og undirvísingarhættir
Lærutilfarið verður gjøgnumgingið í fyrilestrunum. Í venjingartímunum arbeiða næmingarnir saman fyri at finna fram til loysnir upp á uppgávur í lærutilfarinum, ella skriva stuttar frágreiðingar um givin evni.
Læruúrtøka
Tann lesandi skal eftir lokið skeið vera førur fyri: • Við formligum myndlum og egnum orðum at greina hugtøk og stakpartar í drúgføru menningini av samfelagsbúskapinum • Við formligum myndlum og sjálvstøðugum teksti at greina mest týðandi hugtøkini í frøðini um búskaparvøkstur • Við støði í nútímans formligari búskaparfrøði at greina búskaparvøksturin í framkomnum londum og munin í inntøku millum rík og fátøk lond • Við hagfrøðiligum forriti at brúka hagfrøði til at greina búskapargongdina í heimsins ymsu londum
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka á 3 tímar uttan hjálparmiðlar. Treytin fyri at sleppa til próvtøku er, at tann lesandi hevur staðið í minsta lagi tvær innlatingar.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Verður tøkur áðrenn skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Johnny í Grótinum