2293.22 - Virkisfígging


Skeiðsnummar
2293.22
Heiti
Virkisfígging
ECTS
7,5
Fortreytir
Miðnámsskúlaprógv, har viðkomandi hevur staðið Støddfrøði A ella Støddfrøði B.
Endamál
Skeiðið miðar ímóti at geva teimum lesandi eina innleiðing til høvuðsástøðini og mannagongd innan corporate finance í dagsins samfelagi. Høvuðsendamálið við skeiðnum er at hjálpa teimum lesandi at skilja búskaparfrøðiligu háttaløgini innan virkisfígging (corporate finance). Skeiðið gevur teimum lesandi eitt greiningargrundarlag í sambandi við fíggjarmarknaðir og gongdir.
Innihald
Skeiðið leggur dent á fígging og virkisbúskap fyri feløg. Høvuðsevnini er m.o.: • Váði og váðastýring í óvissum støðum • Meginreglur innan virðismeting av lánsbrøvum • Meginreglur innan virðismeting av partabrøvum • Hvussu virki verða fíggjað • Útbýtispolitikkur – hvussu tekur eitt virki støðu til áseting og útgjald av vinningsbýti • Fíggjarstrukturur – skuld og eginpeningur • Capital Assets Price Model (CAPM) • Útrokningar viðvíkjandi avleiddum fíggjaramboðum (calls, puts, futures, forwards, swaps) • Handfaring av altjóða váðum (avdekning av gjaldoyraváða)
Læru- og undirvísingarhættir
2 ½ fyrilestrartímar + 2 ½ venjingartímar um vikuna í 14 vikur Fyrilestrarnir fevna um búskaparfrøðilig hugtøk og allýsingar innan fíggjarbúskaparfrøðiligt ástøði og ummæli av hesum. Í fyrilestrartímunum fara tey lesandi sjálvstøðugt at loysa ymsar numeriskar uppgávur svarandi til tey ítøkiligu evnini, sum verða viðgjørd í tímunum. Í venjingartímunum fáa tey lesandi høvi at brúka fíggjarlig hugtøk tá tey loysa verkætlanardømi í Excel. Tey lesandi fara at arbeiða bæði sjálvstøðugt og í bólkum. Byrjað verður við grundleggjandi greiningum, og farið verður stigvíst víðari til meiri framkomnar fíggjarligar greiningar og fíggjarlig modell.
Læruúrtøka
Fyri at standa skeiðið, skal hin lesandi vísa at hann dugir at: • Greiða frá í høvuðsheitum hvussu kapitalmarknaðurin virkar • Greiða frá mest týðandi tættunum í Portfoliuástøði og duga at brúka Capital Asset Price Model (CAPM) í sambandi við fíggjarstýring. • Meta kritiskt um teoriina um effektivar marknaðir • Greiða frá og reflektera um lánsbrøv (fixed income) í mun til váða og virðisáseting • Nýta peningastreymsgreining (cash flow analysis) diskonterað vinningsbýtismodell og multibulgreining til at virðismeta partabrøv • Meta um útbýtispolitikkir • Greina høvuðsmunir og líkheitir millum Forward og Futures sáttmálar. • Meta um altjóða íløguavgerðir og meta um gjaldoyraváðar. • Skilja optiónsvirðismeting bæði við Binomial og Black-Scholes háttunum.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka. Tann lesandi velur eitt sett av spurningum og fær tíð til at fyrireika seg til próvtøkuna. Í fyrireikingini hevur tann lesandi atgongd til pensum og tilfar frá undirvísingini, men ikki atgongd til internet ella fartelefon. Fyrireikingartíðin er 40 minuttir og próvhoyringin er 20 minuttir.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lærubók, “The principle of Corporate Finance”, Brealey, Myers and Allen, McGrawHill Education, 13. útgáva (umleið 140 síður samanlagt) Framløgur í power point og annað tilfarð í excel verður tøkt á moodle.
Ábyrgd
Mrdalo Zvonimir Pero Duro