2300.23 - Lokarit á grundnámi í Búskaparfrøði og virkisfrøði


Skeiðsnummar
2300.23
Heiti
Lokarit á grundnámi í Búskaparfrøði og virkisfrøði
ECTS
15
Fortreytir
Fyri at lata inn lokarit, skal næmingurin í minsta lagi hava staðið allar lærugreinir á øðrum lestrarári. Undir heilt serligum umstøðum ber til at gera undantak frá hesi reglu.
Endamál
Ritgerð at skriva til lestralok av grundnáminum
Innihald
Vísindalig viðgerð av hóskandi evni í búskaparfrøði og/ella virkisfrøði, undir leiðbeining frá lærarum
Læru- og undirvísingarhættir
Leiðbeining og verkstovur
Læruúrtøka
Av at skriva lokarit skal næmingurin læra: • Í skrift at staðfesta, greina og lýsa eitt mál av búskaparfrøðiligum slag á hóskandi teoretiskum stigi • At leita fram neyðugu upplýsingarnar og data, og at leggja til rættis skipaða viðgerð av upplýsingunum, við vísindaligum metodum, grundað á teoretiskan lærdóm í lestrinum, og í arbeiðinum við lokaritinum • At lýsa tættirnar í valda evninum við støði í teorium úr lestrinum og í arbeiðinum við lokaritinum • At skriva væl skipað lokarit um valda evnið við samanseting av dataviðgerð og teoretiskum kunnleika um búskaparfrøði og/ella virkisfrøði • At skriva niðurstøður, grundaðar á viðgerðina, at vísa á møguligar avleiðingar og á hugsandi víðkaða viðgerð av evninum • At velja og brúka best hóskandi bókmentir til teoretiskt, metodiskt og empiriskt tilfar
Próvtøkuháttur
Næmingurin skrivar fyrst upprit og síðani lokaritið sjálvt, sum síðani verður grundarlag undir munnligari próvtøku. Próvtal verður givið eftir heildarmetingina av lokaritinum og munnligu próvtøkuni. Fortreyt fyri at lata inn lokarit er, at studenturin hevur luttikið í minst trimum av fýra verkstovum í 3. lestrarárinum. Í serligum førum kann útbúgvingarleiðarin geva undantak frá hesi reglu.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Samsvarandi bókmentalistanum í ritgerðini
Ábyrgd
Herit Vivi Bentsdóttir Albinus