2302.22 - Vísindafilosofi í búskaparfrøði


Skeiðsnummar
2302.22
Heiti
Vísindafilosofi í búskaparfrøði
ECTS
5
Fortreytir
Næmingarnir eiga at hava gingið fimm lestrarhálvur á grundnáminum í búskaparfrøði.
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at veita næmingunum kunnleika um búskaparfrøðina sum verklig vísindi. Skeiðið er kjølfest í tí sannroynd at modellini eru tey, sum gera búskaparfrøðina til vísindi. Í skeiðinum verður leikluturin hjá modellunum heilt avgerandi. • Hvussu verða modell brúkt í búskaparfrøðini? • Hvørjar eru avgerandi fortreytirnar undir modellum? • Skulu fortreytirnar vera átøkar veruleikanum? • Hvussu skyna vit á modellum?
Innihald
Búskaparfrøðin er í stóran mun grundað á hugtakið gagn, og tí verða mál um siðsemi (etikk) og siðalæru (moral) í samband við gagn og búskaparfrøði viðgjørd á skeiðinum. Skeiðið er laðað við hesum tilfarinum: • Nýtsla og misnýtsla av búskaparfrøði • Leiklututin hjá modellum í búskaparfrøði • Modell mótvegis ástøði í búskaparfrøði • Viðgerð av háttalag í búskaparfrøði • Týdningurin av siðsemi og siðalæru • Vælferð og virkni (efficiency) • Pareto-treytin og cost-benefit lýsingar • Mørk fyri marknaðarfrælsinum • Búskaparligt rættvísi
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, samrøður og næmingaframløgur av heimauppgávum.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skal næmingurin duga at Vitan • Leggja fram vitan sína um meginevnini á skeiðinum • Eyðmerkja, greiða frá og viðgera sløg av grundgevingum, av modellum og av teorium í búskaparfrøði • Greiða frá greiningunum hjá logisku positivistunum, Karl Popper, Lakatos og Kuhn. Hegni • Umrøða nýtslu og misnýtslu av støddfrøði í búskaparfrøðini • Greiða frá avgerandi fortreytunum í búskaparfrøðiligum modellum • Greiða frá og meta um ymsu siðvenjurnar av háttalagi í búskaparfrøði • Greiða frá muninum millum teoriir og modell • Viðgera dygd og gyldi í atfinningum leikmanna av búskaparfrøðini • Umrøða hvørt búskaparfrøði er vísindi • Greiða frá og umrøða týdningin av siðsemi og siðalæru í búskaparfrøði • Finna fram til normativu grundina undir búskaparfrøðiligum grundgevingum • Viðgera búskaparfrøðiliga rættvísi • Viðgera allýsingina av búskaparfrøðini og markamót hennara Førleikar • Vísa førleikar sínar við evnunum at meta um búskaparfrøðina í verki og sum ástøði, við støði í teimum málunum, sum viðgjørd eru á skeiðinum
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við fyrireiking
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
• Julian Reiss, Philosophy of Economics. A Contemporary Introduction, Routledge, 2013 • Dani Rodrik, Economics Rules: The Rights and Wrongs of the Dismal Science. Oxford University Press, 2015 • Miscellaneous articles to be announced during the course
Ábyrgd
Hans Ellefsen