2484.18 - Corporate Social Responsibility í føroyskum høpi


Skeiðsnummar
2484.18
Heiti
Corporate Social Responsibility í føroyskum høpi
ECTS
10
Fortreytir
Bachelor í søgu; sosialvísindi og samfelagsplanlegging; politikki og umsiting ella samsvarandi førleiki.
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at geva lesandi innlit í ástøði og hugtøkum innanfyri CSR, og førleikar til sjálvstøðugt og refleksivt at brúka hesi í verki í føroyskum høpi.
Innihald
Tann lesandi fær eina innleiðslu í grundleggjandi hugtøkum av burðardygd (sustainability) og CSR, ið verða viðgjørd út frá teirra sermerki í Føroyskum høpi. Tann lesandi fær møguleikan at kanna høvuðsevni og –avbjóðingar við CSR og burðardygd, og hvussu hesi skilja seg frá, ella líkjast, øðrum tjóðskaparligum virkisskipanum (business systems). Tann lesandi verður førur fyri at meta um, hvussu arbeiðast kann við CSR hjá konkretum føroyskum virkjum og organisatiónum (í tjóðskaparligum og altjóðaligum høpi).
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði, venjingar og framløgur, sum stuðla undir menningini av at føra CSR arbeiði í verki.
Læruúrtøka
Tann lesandi skal eftir lokið skeið vera førur fyri at greina og meta um, hvussu CSR kann virka í føroyskum høpi. Tann lesandi skal tískil vera førur fyri sjálvstøðugt og kritiskt at: • Miðla og orða hesa vitan og vísa hesar førleikar sannførandi, skynsamt og yrkisliga evnisbeint (trupulleika-orienterað). Munnliga og skrivliga. • Framføra og viðgera ástøðilig sjónarhorn um, hvat ein CSR er, og hvussu CSR-praksis virkar. • Greina og viðgera fyrimunir og vansar við teimum ymisku tilgongdunum, sum organisatiónir brúka í CSR-høpi (t.d. leiðlsu, stakeholder engagement, organisatiónsbygnaði, frágreiðing). • Greina, hvussu CSR-praksis ávirkast av, og ávirkar, umhvørvi, sum gera seg galdandi í CSR-høpi. • Brúka relevant tilfar frá pensum til at meta um, greiða frá og greina avbjóðingar, innanhýsis og uttanhýsis, í organisatiónum og í samband við CSR. Hervið skal tann lesandi verða førur fyri veita ráð um og leiðbeining til, hvussu avbjóðingarnar skulu handfarast á bestan hátt. • Gera kritiska refleksiva meting av, hvussu ástøði og hugtøk frá pensum er relevant í konkretum støðum.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við útgangsstøði í skrivligari uppgáva uppá 10 síður. Harafturat er ein skrivlig uppgáva uppá 5 síður, ið skal lýsa og viðgera kritiskt ein útvaldan CSR problematikk.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Verður tøkur á deildini (Moodle) áðrenn byrjan.
Ábyrgd
Árni Jóhan Petersen