2531.22 - Økonometri 1


Skeiðsnummar
2531.22
Heiti
Økonometri 1
ECTS
7,5
Fortreytir
Staðið miðnám við B-støði í støddfrøði. Førleiki frá skeiðunum Hagfrøði og sannlíkindarokning, Støddfrøði 1 og Støddfrøði 2 ella javnlíkum skeiðum er ein fyrimunur.
Endamál
Endamálið er, at tann lesandi ognar sær vitan um empirisku tilgongdina til búskaparfrøði, bæði ástøðiliga og gjøgnum egnar royndir við empiriskum kanningum. Harumframt er endamálið, at tann lesandi fær førleikar til at meta um og taka hædd fyri teimum óvissum, sum kunnu gera seg galdandi í empiriskum greiningum.
Innihald
Í skeiðinum fær tann lesandi kunnleika til multipla linjurætta regressiónsmyndilin fyri tvørskurðardátur. Mannagongdin Ordinary Least Squares (OLS) verður gjølliga viðgjørd, umframt týðandi hagfrøðiligir eginleikar sum miðalrættleiki og konsistensur hjá OLS. Tann lesandi lærir harumframt hvønn týdning ymiskar fortreytir í regressiónsgreiningini hava, og hvussu vit handfara støður, har hesar fortreytir ikki eru til staðar. Her viðgera vit serliga heteroskedastisitet og korrelatión millum feilliðin og ein ella fleiri frágreiðandi variablar.
Læru- og undirvísingarhættir
Námssetningurin verður gjøgnumgingin í fyrilestrunum og venjingartímunum. Í venjingartímunum leggja tey lesandi fram loysnir upp á útlutaðar uppgávur í námssetninginum. Framkomið dátaforrit verður nýtt í undirvísingini, og tann lesandi lærir at gera sjálvstøðugar empiriskar kanningar við forritinum.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skal tann lesandi hava ognað sær vitan um: - linjurætta regressiónsmyndilin við einum frágreiðandi variabli og viðkomandi fortreytir handan henda myndil. - multipla regressiónsmyndilin og viðkomandi fortreytir handan myndilin. - inferens í sambandi við regressiónsgreining. - nær vit, við støði í eini regressiónsgreining, kunnu staðfesta eitt orsakasamband. Tann lesandi skal somuleiðis hava ognað sær hesar førleikar: - at útleiða einfaldar estimatorar og vísa á hagfrøðiligar eginleikar hjá hesum estimatorum (m.a. viðvíkjandi miðalrættleika og konsistensi). - at nýta ymiskar estimeringsmannagongdir, har dentur verður lagdur á Ordinary Least Squares (OLS), Weigted Least Squares (WLS), Instrument variablar (IV) og Two Stage Least Squares (2SLS), og at meta um, nær hesar mannagongdir eru hóskandi. - at gera viðkomandi hypotesutestir í sambandi við regressiónsgreining. - at rokna og tulka ymisk p-virðir og konfidensstrekkir í regressiónsgreining. - at velja ímillum ymisk funktiónssløg. - at nýta indikator variablar í regressiónsgreining. - at meta um støður, har fortreytirnar handan myndlarnar ikki halda, og gera neyðugar tillagingar í greiningini.
Próvtøkuháttur
3 tíma skrivlig próvtøka. Tann lesandi kann brúka alt undirvísingartilfar- og amboð undir próvtøkuni. Tann lesandi hevur tó ikki atgongd til internetið. Treytin fyri at sleppa til próvtøku er, at tann lesandi hevur staðið í minsta lagi tvær innlatingar.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Verður tøkur á deildini
Ábyrgd
Herit Vivi Bentsdóttir Albinus