6319.22 - Aðaltættir í búskaparfrøði


Skeiðsnummar
6319.22
Heiti
Aðaltættir í búskaparfrøði
ECTS
7,5
Fortreytir
Støddfrøði B ella hægri á miðnám.
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at leiða inn til týðandi búskaparlig evni og hugtøk og geva tí lesandi eina breiða innleiðslu í búskaparliga hugsan.
Innihald
Skeiðið fevnir um bæði mikrobúskaparfrøði og makrobúskaparfrøði, sum hava eins stóra vekt í skeiðinum. Niðanfyri er innihaldið flokkað í mikrobúskaparfrøði og makrobúskaparfrøði. Mikrobúskaparfrøði: Í hesum parti viðgera vit eina røð av búskaparligum aðaltættum, sum hava týdning fyri støðutakan hjá húsarhaldum, virkjum og almennum myndugleikum. Høvuðsdentur verður lagdur á hesi evnini: - Útboð og eftirspurningur (m.a. brúkarin, framleiðarin og marknaðareffisiensur). - Uppílegging í marknaðin (m.a. marknaðarbrek og eksternalitetir). - Marknaðarbygnaðir. Makrobúskaparfrøði: Í makrobúskaparfrøðini seta vit sjóneykuna á samlaða búskapin og viðgera m.a. samlaðu framleiðsluna í búskapinum, arbeiðsvirknið, rentustøðið, príshækkingar, o.s.f. Høvuðsdentur verður lagdur á hesi evnir: - Makrobúskaparlig lyklatøl. - Makrobúskaparfrøði í langa høpinum (t.d. framleiðsla, vøkstur, uppsparing, íløgur og fíggjargeirin). - Búskaparsveiggj í stutta høpinum (t.d. samlaður eftirspurningur og samlað útboð, pengapolitikkur og fíggjarpolitikkur).
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar og holdundirvísing, har uppgávur verða gjøgnumgingnar. Lesandi loysa uppgávur hvør sær og í bólkum. Innlatingar og framløgur.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skal tann lesandi verða førur fyri: Vitan: - at lýsa grundleggjandi búskaparlig hugtøk, sum verða gjøgnumgingin í skeiðinum. - at skilja og greiða frá grundleggjandi búskaparligum háttaløgum og ástøði, sum skeiðið fevnir um. - at greiða frá og umrøða búskaparliga hugsanarháttin handan ástøðiligu úrslitini, sum skeiðið fevnir um. Førleikar: - at nýta ástøðið og háttalagið í skeiðinum í einfaldari búskaparligari grundgeving - at gjøgnumføra eina búskaparliga greining av eini ítøkiligari trupulleikaorðing við at nýta hugtøk og hattaløg í skeiðinum. - at grundgeva fyri, um ein greining skal taka støði í einum stutttíðar- ella langtíðarmyndli. Hegni: - at ogna sær førleikar á støði við tey evni, sum verða gjøgnumgingin í skeiðinum, eisini við tí fyri eyga at nýta hesir seinni á øðrum skeiðum í útbúgvingini. - at nýta vitan og førleikar frá skeiðinum til at gjøgnumføra eina búskaparliga greining innan eitt øki, sum ikki er beinleiðis partur av skeiðinum, men tó nær skylt við hesi.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka á 30 minuttir við fyrireiking á 30 minuttir. Tann lesandi kann hava alt tilfar við inn til fyrireiking, men skal ikki hava atgongd til internet. Fortreyt fyri at sleppa til próvtøku er, at tann lesandi hevur havt tvær bólkaframløgur í lestrarhálvuni, sum eru góðkendar av undirvísaranum.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Verður tøkur á deildini
Ábyrgd
Herit Vivi Bentsdóttir Albinus