2302.22 - Vísindafilosofi í búskaparfrøði
Skeiðsnummar
2302.22
Heiti
Vísindafilosofi í búskaparfrøði
ECTS
5
Fortreytir
Næmingarnir eiga at hava gingið fimm lestrarhálvur á grundnáminum í búskaparfrøði.
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at veita næmingunum kunnleika um búskaparfrøðina sum verklig vísindi. Skeiðið er kjølfest í tí sannroynd at modellini eru tey, sum gera búskaparfrøðina til vísindi. Í skeiðinum verður leikluturin hjá modellunum heilt avgerandi.
• Hvussu verða modell brúkt í búskaparfrøðini?
• Hvørjar eru avgerandi fortreytirnar undir modellum?
• Skulu fortreytirnar vera átøkar veruleikanum?
• Hvussu skyna vit á modellum?
Innihald
Búskaparfrøðin er í stóran mun grundað á hugtakið gagn, og tí verða mál um siðsemi (etikk) og siðalæru (moral) í samband við gagn og búskaparfrøði viðgjørd á skeiðinum.
Skeiðið er laðað við hesum tilfarinum:
• Nýtsla og misnýtsla av búskaparfrøði
• Leiklututin hjá modellum í búskaparfrøði
• Modell mótvegis ástøði í búskaparfrøði
• Viðgerð av háttalag í búskaparfrøði
• Týdningurin av siðsemi og siðalæru
• Vælferð og virkni (efficiency)
• Pareto-treytin og cost-benefit lýsingar
• Mørk fyri marknaðarfrælsinum
• Búskaparligt rættvísi
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, samrøður og næmingaframløgur av heimauppgávum.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skal næmingurin duga at
Vitan
• Leggja fram vitan sína um meginevnini á skeiðinum
• Eyðmerkja, greiða frá og viðgera sløg av grundgevingum, av modellum og av teorium í búskaparfrøði
• Greiða frá greiningunum hjá logisku positivistunum, Karl Popper, Lakatos og Kuhn.
Hegni
• Umrøða nýtslu og misnýtslu av støddfrøði í búskaparfrøðini
• Greiða frá avgerandi fortreytunum í búskaparfrøðiligum modellum
• Greiða frá og meta um ymsu siðvenjurnar av háttalagi í búskaparfrøði
• Greiða frá muninum millum teoriir og modell
• Viðgera dygd og gyldi í atfinningum leikmanna av búskaparfrøðini
• Umrøða hvørt búskaparfrøði er vísindi
• Greiða frá og umrøða týdningin av siðsemi og siðalæru í búskaparfrøði
• Finna fram til normativu grundina undir búskaparfrøðiligum grundgevingum
• Viðgera búskaparfrøðiliga rættvísi
• Viðgera allýsingina av búskaparfrøðini og markamót hennara
Førleikar
• Vísa førleikar sínar við evnunum at meta um búskaparfrøðina í verki og sum ástøði, við støði í teimum málunum, sum viðgjørd eru á skeiðinum
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við fyrireiking
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
• Julian Reiss, Philosophy of Economics. A Contemporary Introduction, Routledge, 2013
• Dani Rodrik, Economics Rules: The Rights and Wrongs of the Dismal Science. Oxford University Press, 2015
• Miscellaneous articles to be announced during the course
Ábyrgd
Hans Ellefsen