2282.21 - Støddfrøði 1
Skeiðsnummar
2282.21
Heiti
Støddfrøði 1
ECTS
7,5
Fortreytir
Støddfrøði B-stig á miðnámsskúla ella líknandi førleikar
Endamál
Endamálið við hesum skeiði er at tann lesandi fær grundleggjandi vitan um víðarigangandi støddfrøði til nýtslu í búskaparfrøði, hagfrøði og økonometri.
Innihald
Innihaldið í skeiðinum kann yvirskipað flokkast í hesi øki:
1. Grundleggjandi støddfrøði, herundir
• Settir, logikkur og próvførsla
• Algebra, líkningar og ólíkningar
2. Funktiónir av einum variabli, herundir
• Ymisk funktiónssløg: Polynomir, potensfunktiónir, eksponential- og logaritmufunktiónir
3. Arbeiðshættir innan kalkulus, herundir
• Grensur og kontinuitetur
• Differentialrokning og nýtsla av differentialrokning, eitt nú optimering uttan treytir
• Integralrokning og nýtsla av integralrokning
• Implisitt differentiering
Í øllum evnum verður dentur lagdur á nýtslu innan búskaparfrøði.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, venjingar, innlatingar, o.a.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skal tann lesandi vera førur fyri:
Vitan:
• at endurgeva og greiða frá týðandi definitiónum, úrslitum og samanhangum innan grundleggjandi støddfrøðiliga greining.
• at sýna yvirlit yvir viðkomandi hugtøk, úrslit og háttaløg innan tey evni, sum skeiðið fevnir um, tá ítøkiligar uppgávur skulu loysast.
Førleikar:
• at nýta hugtøk, úrslit og háttaløg innan evnini á skeiðinum til at svara ítøkiligar uppgávur.
• at leggja fram svar uppá ítøkiligar uppgávur á ein greiðan og neyvan hátt.
Hegni:
• at ogna sær støddfrøðiligar førleikar á støði við tey evni, sum verða gjøgnumgingin í skeiðinum, fyrst og fremst við tí fyri eyga at nýta hesir seinni á øðrum skeiðum í útbúgvingini.
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka í 3 tímar við lærubókum, lummaroknara (uttan CAS) og formlasavni. Legg til merkis, at telda kann ikki nýtast undir próvtøkuni.
Treytin fyri at sleppa til próvtøku er, at tann lesandi hevur staðið í minsta lagi tvær innlatingar.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlisti verður tøkur á deildini
Ábyrgd
Herit Vivi Bentsdóttir Albinus