B.Sc. í búskaparfrøði
- Lestrartíð 3 ár
- Deild Søgu- og samfelagsdeildin (SSD)
- Tal á Lesandi Uml. 25
- ECTS 180
- Lestrargjald (Fulltíðarlestur) Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
- Lestrargjald (Stakgreinir) 200 DKK/ECTS
Endamál
Endamálið við útbúgvingini er at geva lesandi førleika til eftir lokna útbúgving at virka sjálvstøðugt sum búskaparfrøðingur/virkisfrøðingur ella fara undir víðari lestur á kandidat- ella masterstigi.
1. |
2. |
3. |
4. |
5. |
6. |
Roknskaparfrøði 7,5 ECTS
|
Hagfrøði 7,5 ECTS
|
Mikro 1 7,5 ECTS
|
Mikro 2 7,5 ECTS
|
Vallærugrein 10 ECTS
|
Vísinda- 10 ECTS
|
Aðaltættir í 7,5 ECTS |
Marknaðar- 7,5 ECTS |
Makro 1: 7,5 ECTS |
Makro 2: 7,5 ECTS |
Vallærugrein 10 ECTS |
Vallærugrein 5 ECTS |
Virkisstýring 7,5 ECTS |
Vinnurættur 7,5 ECTS |
Strategi 7,5 ECTS |
Corporate 7,5 ECTS |
Vallærugrein 10 ECTS |
Bachelor- 15 ECTS |
Støddfrøði 1 7,5 ECTS |
Støddfrøði 2 7,5 ECTS |
Økonometri 7,5 ECTS |
Organisatións greining 7,5 ECTS |
|
|
Dømi um vællærugreinir
- Altjóða handil
- Tilfeingisbúskapur
- Økonometri 2
- Nýskapan (Innovatión)
- Corporate Social Responsibility í føroyskum høpi
Skipan av útbúgvingini
Útbúgvingin er skipað sum 3-ára bachelorútbúgving eftir altjóða leisti, men sum nakað serstakt tekur útbúgvingin støði í føroyska samfelagnum og teimum viðurskiftum, føroyskir borgarar, fyritøkur og myndugleikar liva undir.
- 1. og 2. lestrarár eru skipað við grundskeiðum í búskaparfrøðiligum og virkisfrøðiligum evnum umframt skeiðum í støddfrøði og hagfrøði.
- 3. lestrarár er skipað við vallærugreinum, kravdum skeiði í vísindaástøði umframt bacheloruppgávu.
Innihald
Tey bæði fyrstu árini eru støðisár, har tú fært hollar førleikar í búskaparfrøði, virkisfrøði umframt støddfrøði og hagfrøði. Tú fært til dømis innlit í ástøði og praksis um:
- Strategi
- Fíggjarmarknaðir
- Búskaparvøkstur
- Búskaparsveiggj
Á triðja ári fært tú við valfakum og bacheloruppgávu møguleika at leggja serstakan dent á antin búskaparfrøðilig evni, sum til dømis búskaparfrøði um tilfeingisvinnur, ella virkisfrøðilig evni, sum til dømis Corporate Social Responsibility og Nýskapan (Innovatión).
Próvtøkur
Próvtøkur eru í desember/januar og í juni.
Upptøkutreytir
Treyt fyri upptøku er, at umsøkjari hevur miðnámsprógv við støddfrøði á B-stigi.
Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.
Framtíðarmøguleikar
Útbúgvingin gevur tær fjøltáttaður starvsmøguleikar innan almenna fyrisiting og í privatum fyritøkum.
Framhaldandi útbúgving
Sum Bachelor of Science in Economics and Management ert tú væl ílatin til víðari lestur á kandidat- ella masterstigi bæði í Føroyum og uttanlands.
Nærri kunning
Nærri kunning fæst við at venda tær til Hans Ellefsen, útbúgvingarleiðara, HansE@setur.fo