University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Útbúgving

Bachelor í Byggiverkfrøði

Bachelor of Science (BSc) in Civil Engineering (3 ár) or Bachelor of Engineering (BEng) in Civil Engineering (3,5 ár)
Construction Site

Um útbúgvingina

Her fært tú eina tøkniliga og náttúruvísindaliga útbúgving, har tú lærir at loysa fakligar og samfelagsligar avbjóðingar. Tú lærir um bygging, prosjektering og viðlíkahald av infrakervi og umhvørvinum – frá bygningum til vegir og tunnlar.

Tú lærir eisini at menna tryggar, haldførar og burðardyggar loysnir, sum nøkta tørvin í samfelagnum.

Á fimta semestri velur tú, um tú vilt halda fram sum B.Sc. í byggiverkfrøði, sum tekur trý ár og gevur atgongd til arbeiðsmarknað og framhaldslestur, ella um tú velur at halda fram sum B.Eng. í byggiverkfrøði, sum tekur 3,5 ár við m.a. hálvt ára starvslæru, har tú eisini hevur atgongd til ávísan framhaldslestur.

Hví lesa byggiverkfrøði?

Byggiverkfrøði gevur tær eina holla og djúpa fatan av konstruktiónum, byggitilfari, jarðmekanikki og byggitilgongdum.

Gjøgnum ástøðiligan lesnað, royndir á starvsstovu, feltarbeiði og verkætlanargrundað virki lærir tú at loysa bæði einfaldar og torførar byggiverkfrøðiligar avbjóðingar.

Hvat kann eg arbeiða við?

Stórur eftirspurningur er á privata og almenna arbeiðsmarknaðinum eftir byggiverkfrøðingum. Tørvurin er stórur hjá ráðgevandi verkfrøðifyritøkum, byggivirkjum, kommunum og granskingarstovnum. Við hesi útbúgvingini kanst tú arbeiða við konstruktiónsprosjektering, inni-umhvørvi, verkætlanarleiðslu, umsjón av byggiplássum, burðardygdarmeting, menning av byggitilfari ella infrakervisætlanarlegging.

Upptøkutreytir

Treyt fyri upptøku er antin, at:

umsøkjari hevur miðnámsprógv við:

• Støddfrøði á A-stigi við einum miðaltalið á í minsta lagi 6 eftir 7-stigatalsstiganum.
• Alisfrøði á B-stigi.
• Evnafrøði á C-stigi.

Ella umsøkjarin hevur maskinmeistaraprógv við miðaltalinum minst 7 eftir 7-talsstiganum.

Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir á javnsettum kunnleikastigi góðtakast eftir nærri meting.

Innihald

Útbúgvingin gevur tær sterkar førleikar í byggiverkfrøði og náttúruvísindum. Hon gevur tær grundleggjandi vitan og praktiskar førleikar í byggiverkfrøði vit atliti at t.d. burðardygd í bygging. Í útbúgvingini verður dentur lagdur á føroyskar byggi- og infrakervislutir.

Tú lærir um bygningar og konstruktiónir, um hvussu hesar verða prosjekteraðar, roknaðar og bygdar, og hvussu tær eru lagaðar til umhvørvið og tær náttúruavbjóðingar, sum eru í Føroyum. Eisini verður hugt at, hvussu bygging ávirkar umhvørvið, eitt nú í sambandi við tilfarsnýtslu, burðardygd, orkunýtslu og veðurlagsbroytingar.

Føroyska veðurlagið og náttúran hava hinvegin avbjóðingar við sær í sambandi við eitt nú bygningar og byggitøkni, sum - til tess at fremja góðar loysnir - krevja holla vitan um m.a. tilfarslæru, konstruktiónir, strukturar, byggitøkni og jarðtøkni. Fleiri skeið eru løgd soleiðis til rættis, at tú skiftir ímillum ástøði, royndir á starvsstovu og verkligar verkætlanir.

Hetta eru viðurskifti, ið dentur verður lagdur á í útbúgvingini, og sum eru eru hornasteinar í at menna Føroyar sum eitt burðardygt samfelag.

Skipan av útbúgvingini

Útbúgvingin verður boðin út sum tvær lestrarleiðir innan fyri byggiverkfrøði, har tú á fimta semestri velur tína endaligu leið:

• ein trý ára bachelor (B.Sc.) í byggiverkfrøði (Bachelor of Science in Civil Engineering)
• ein trý og eitt hálvt ára bachelor (B.Eng.) í byggiverkfrøði (Bachelor in Civil Engineering)

B.Sc.-útbúgvingin gevur eitt sterkt grundarlag í byggiverkfrøði og fyrireikar studentar til framhaldslestur á masterstigi umframt til at fara út á arbeiðsmarknaðin.

B.Eng.-útbúgvingin sameinir eitt gott ástøðiligt grundarlag við verkligari verkfrøðiligari venjing og fevnir um eina kravda starvsvenjing upp á 30 ECTS í vinnuni. Henda lestrarleiðin er ætlað at fyrireika kandidatar beinleiðis til yrkisleiðina sum byggiverkfrøðingar, samstundis sum hon eisini gevur atgongd til framhaldslestur.

Báðar útbúgvingarnar geva hollar førleikar í byggiverkfrøði.

Fimta lestrarhálvan fevnir einans um valskeið og gevur studentum møguleika at velja sær sergreinir innan fyri sítt valda fakøki ella at taka lestrarhálvuna uttanlands.

Í seinastu lestrarhálvu skriva studentar eina sjálvstøðuga bachelorritgerð, har tey vísa førleika at nýta vísindaligar arbeiðshættir og verkfrøðiligar grundreglur til at loysa ein viðkomandi byggiverkfrøðiligan spurdóm.

Framtíðarmøguleikar

Útbúgvingin gevur tær góðar og fjølbroyttar starvsmøguleikar á privata og almenna arbeiðsmarknaðinum so sum:

• hjá ráðgevandi verkfrøðifyritøkum
• hjá byggivirkjum
• hjá kommunum, t.d. innan fyri infrakervi, byggimálsviðgerðing o.s.v.
• innan fyri verkætlanarleiðslu og umsjón av byggiplássum
• í sambandi við burðardygd og umhvørvisviðurskifti í bygging
• í gransking og undirvísing

Framhaldandi útbúgving

Sum B.Sc.-útbúgvin í byggiverkfrøði hevur tú eitt sterkt fakligt grundarlag til at halda fram við masterlestri í byggiverkfrøði ella líknandi fakøkjum á á Fróðskaparsetri Føroya ella universitetum uttanlands. 

B.Eng.-útbúgvingin í byggiverkfrøði er fyrst og fremst gjørd til tín, sum vilt beint út á arbeiðsmarknaðin sum verkfrøðingur. Kortini gevur útbúgvingin eisini atgongd til at søkja inn á viðkomandi masterútbúgvingar, treytað av teimum serligu upptøkukrøvunum á viðkomandi universiteti.

Lestrarlív

Tá tú byrjar at lesa á Fróðskaparsetri Føroya, verður tú partur av einum livandi og tætt knýttum lestrarumhvørvi mitt í hjartanum av Havnini. Her ert tú – saman við hinum studentunum  – í miðdeplinum bæði í læring og sosialum lívi.

Longu frá fyrsta degi verður tú væl móttikin í eini skipaðari intro-viku og verður partur av einum lestrarbólki saman við øðrum nýggjum lesandi.

Gott lestrarumhvørvi

Fróðskaparsetrið leggur stóran dent á at skapa eitt gott lestrarumhvørvi. Her eru lestrarhøli, køkar og felagshøli, har tú kanst arbeiða saman við øðrum, fáa tær ein kaffimunn og taka tær av løttum.

Tú fært skjótt eina kenslu av, hvussu tað er at lesa á einum universiteti, og hvussu tað er at vera partur av einum spennandi og mennandi felagsskapi.

Felagsskapur og netverk

Tú kanst eisini luttaka í ymiskum felagsskapum og tiltøkum, sum verða skipað av og fyri studentum. Her møtir tú fólki úr øðrum útbúgvingum og árgangum – eitt frálíkt høvi at knýta vinarbond og skapa eitt sosialt netverk. Eisini hevur tú møguleika at luttaka í ráðum og nevndum, har tú kanst gera mun og fáa royndir, sum kunnu brúkast seinni í lívinum.

At lesa í Føroyum merkir eisini, at náttúra og mentan altíð eru tætt við. Tað er stutt millum lestrarhøli og fjøll, hav og mentanarlív – og hetta ger Tórshavn til eitt serliga gott stað at vera lesandi.

At lesa í Føroyum gevur harumframt studentum møguleika at vera tætt at familju og vinum og at taka lut í týdningarmiklum familjuhendingum og hátíðarhaldum samstundis sum tey lesa.

Bachelor í Byggiverkfrøði (B.Sc.)

  • Lestrartíð 3 ár
  • Deild Náttúruvísindadeildin
  • Tal á Lesandi -
  • ECTS 180
  • Lestrargjald (Fulltíðarlestur) Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
  • Lestrargjald (Stakgreinir) 200 DKK/ECTS

Bygnaður (B.Sc.)

Bachelor í Byggiverkfrøði (B.Eng.)

  • Lestrartíð 3,5 ár
  • Deild Náttúruvísindadeildin
  • Tal á Lesandi -
  • ECTS 210
  • Lestrargjald (Fulltíðarlestur) Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
  • Lestrargjald (Stakgreinir) 200 DKK/ECTS

Bachelor í Byggiverkfrøði (B.Eng.)

Endamál

Endamálið við byggiverkfrøðiútbúgvingini er at geva lesandi kunnleika og førleikar, sum krevjast fyri at arbeiða innan fyri byggiverkfrøði ella halda fram við lestri á masterstigi í Føroyum ella uttanlands.

B.Sc.-útbúgvingin gevur eitt sterkt fakligt grundarlag, meðan B.Eng.-útbúgvingin sameinir ástøðiliga vitan við verkligari venjing og fyrireikar kandidatar til yrkisleiðina sum verkfrøðingar umframt til framhaldslestur.

Próvtøkur

Próvtøka í skeiðunum er vanliga beint eftir, at undirvísingin er lokin. Í ávísum skeiðum telja innlatingar av uppgávum, ið verða givnar, meðan skeiðini eru í gongd, við í endaliga próvtalið.

Nærri kunning

Nærri kunning fæst við at venda tær til Irenu Tróndheim lestrarvegleiðara ella við at venda tær til Karin Habermehl-Cwirzen, útbúgvingarleiðara.