Bachelor í El-verkfrøði
Um útbúgvingina
VERKFRØÐIÚTBÚGVINGARNAR VERÐA NÚ UMLAGDAR OG BODNAR ÚT SEINNI Í VÁR - FYLG FORSÍÐUNI Á HEIMASÍÐUNI SETUR.FO
Sum elverkfrøðilesandi fært tú eina tøkniliga og náttúruvísindaliga útbúgving, har tú lærir at loysa fakligar og samfelagsligar avbjóðingar. Tú lærir um elektriskar skipanir, analogar elrásir, talgildar skipanir og elveitingarfrøði. Útbúgvingin er skipað við verkætlanararbeiði og gransking í hvørjari lestrarhálvu. Tú lærir eisini at menna tryggar, haldførar og burðardyggar loysnir, sum nøkta tørvin hjá samfelagnum.
Upptøkutreytir
Treyt fyri upptøku er antin, at:
umsøkjari hevur miðnámsprógv við:
• Støddfrøði á A-stigi við einum miðaltali upp á í minsta lagi 6 eftir 7-stigatalsstiganum.
• Alisfrøði á B-stigi.
• Evnafrøði á C-stigi.
Ella at umsøkjarin hevur maskinmeistaraprógv við miðaltalinum minst 7 eftir 7-talsstiganum.
Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir á javnsettum kunnleikastigi góðtakast eftir nærri meting.
Setrið er í ferð við at umleggja verkfrøðiútbúgvingarnar, og tær verða væntandi bodnar út seinni í vár. Fylg við á forsíðuni á setur.fo.
Innihald
Útbúgvingin gevur tær stinnar førleikar í elverkfrøði og náttúruvísindum. Hon gevur tær grundleggjandi vitan og praktiskar førleikar í elverkfrøði. Undir útbúgvingini verður dentur lagdur tvørfakligt arbeiði og á føroyskar infrakervislutir sum telefon- og elveitingarnet.
Føroyska veðurlagið og náttúran hava serligar avbjóðingar við sær í sambandi við skipanir, ið hava vit umhvørvið at gera, og tú lærir m.a., hvussu vindur, alda og sjórok ávirka elektriskar skipanir og tól.
Í hvørjari lestrarhávu eru verkætlanir, ið byggja veruligar trupulleikar og krevja, at tú skiftir ímillum ástøði, menning og at fremja í verki.
Tú lærur um granskingargrundaða menning og háttaløg, ið gera teg føra/n fyri at arbeiða við vísindaligum bókmentum og at skjalfesta arbeiðið sambært vísindaligum standardum.
Framtíðarmøguleikar
Útbúgvingin gevur tær góðar og fjølbroyttar starvsmøguleikar í Føroyum bæði hjá almennum myndugleikum og í privatum vinnulívi. Til dømis hjá ráðgevandi verkfrøðifyritøkum, skipasmiðjum, SEV, brennistøðum, hjá kommunum, í infrakervisætlanarlegging og við byggimálsviðgerð og innan fyri verkætlanarleiðslu. Eisini eru góðir møguleikar fyri gransking og undirvísing.
Framhaldandi útbúgving
Sum BSc-útbúgvin í elverkfrøði hevur tú eitt sterkt fakligt grundarlag til at halda fram við masterlestri í elverkfrøði ella líknandi fakøkjum á Fróðskaparsetri Føroya ella universitetum uttanlands.
BEng-útbúgvin í elverkfrøði eru fyrst og fremst gjørd til at fara beinleiðis út í yrkisleiðina sum verkfrøðingur. Kortini gevur útbúgvingin eisini atgongd til at søkja inn á viðkomandi masterútbúgvingar, treytað av teimum serligu upptøkukrøvunum á viðkomandi universiteti.
Lestrarlív
Tá tú byrjar at lesa á Fróðskaparsetri Føroya, verður tú partur av einum livandi og tætt knýttum lestrarumhvørvi mitt í hjartanum av Havnini. Her ert tú – saman við hinum lesandi – í miðdeplinum, bæði tá ið tað kemur til læring og sosialt lív.
Frá fyrsta degi verður tú væl móttikin til eina skipaða intro-viku og verður partur av einum lestrarbólki saman við øðrum nýggjum lesandi.
Gott lestrarumhvørvi
Á Setrinum verður nógv gjørt fyri at skapa eitt gott lestrarumhvørvi. Her eru lestrarhøli, køkar og lestrarstovur, har tú kanst arbeiða saman við øðrum, drekka ein kaffimunn og taka tær av løttum.
Tú fært skjótt eina kenslu av, hvussu tað er at lesa á einum universiteti, og hvussu tað er at vera partur av einum spennandi og mennandi felagsskapi.
Felagsskapur og netverk
Tú kanst eisini luttaka í ymiskum felagsskapum og tiltøkum, sum verða skipað av og fyri lesandi. Her møtir tú fólki úr øðrum útbúgvingum og árgangum – eitt frálíkt høvi at knýta vinabond og skapa eitt sosialt netverk. Eisini hevur tú møguleika at luttaka í ráðum og nevndum, har tú kanst gera mun og fáa royndir, sum kunnu brúkast seinni í lívinum.
At lesa í Føroyum merkir eisini, at náttúran og mentanin eru altíð tætt við. Tað er stutt millum lestrarhøli og fjøll, hav og mentanarlív – og hetta ger Tórshavn til eitt serliga gott stað at vera lesandi.
Bachelor í El-verkfrøði
Bachelor of Science in Electrical Engineering
- Lestrartíð 3½ ár
- Deild Náttúruvísindadeildini (NVD)
- Tal á Lesandi Uml. 20
- ECTS 210
- Lestrargjald (Fulltíðarlestur) Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
- Lestrargjald (Stakgreinir) 200 DKK/ECTS
Endamál
Endamálið við útbúgvingini er at geva teimum lesandi grundleggjandi vitan um og praktiskar førleikar í verkfrøði við denti á evni sum burðardygd í t.d. bygging, orkuveiting, orkunýtslu, el-veiting og vitan um stóra týdningin, ið hetta hevur fyri samfelag og umhvørvi.
Verkfrøðiútbúgvingin er ein útbúgving við trimum sergreinum, Byggi-, El-, og Orkuverkfrøði.
Bygnaður
Bachelorútbúgvingin tekur trý og eitt hálvt ár, harav hálvt ár er starvsvenjing hjá eini fyritøku ella einum stovni. Útbúgvingin er skipað soleiðis, at tey lesandi aftan á tvey tey fyrstu árini kunnu velja at leggja dent á byggiverkfrøði, orkuverkfrøði ella el-verkfrøði.
Starvsvenjingin er løgd inn í útbúgvingina fyri at tryggja, at tey lesandi eru til reiðar at virka á arbeiðsmarknaðinum eftir lokna útbúgving.
Útbúgvingin endar við eini bachelorverkætlan, har tey lesandi fáa høvi til at seta seg serliga væl inn í eitt evni, ið tey hava lært um í útbúgvingini. Bachelorverkætlanin verður gjørd á 7. lestrarhálvu. Bachelorverkætlanin kann vera tvær støddir, 15 ECTS ella 20 ECTS:
• Bachelorverkætlan á 15 ECTS, ið verður tikin saman við 15 ECTS í valfríum skeiðum.
• Bachelorverkætlan á 20 ECTS, ið verður tikin saman við 10 ECTS í valfríum skeiðum.
Bachelorverkætlanin kann t.d. gerast í samstarvi við stovn ella fyritøku, har tey lesandi hava verið í starvsvenjingin.
• Øll lesandi lesa saman fyrstu 2 árini, áðrenn tey velja sergrein.
• Á 5. lestrarhálvu vera sergreinaskeið lisin. El- og Orkuverkfrøði hava 22,5 ECTS í sergreinaskeiðum, umframt 7,5 í valskeiðum. Byggiverkfrøði hevur 30 ECTS í sergreinaskeiðum.
• Á 6. lestrarhálvu eru lesandi í starvsvenjing.
• Á 7. lestrarhálvu verður bachelorverkætlanin skrivað. Møguleiki er at skriva eina stóra bachelorverkætlan á 20 ECTS og eitt valskeið á 10 ECTS, ella taka valskeið á 15 ECTS saman við eini minni bachelorverkætlan á 15 ECTS.
Sí annars talvu niðanfyri.
Bygnaður - talva
1. | 2. | 3. | 4. | 5. | 6. | 7. a lestrarhálva | 7. b lestrarhálva* |
Støddfrøði 1 (fyrri partur) 10 ECTS | Støddfrøði 1 (seinni partur) 10 ECTS | Støddfrøði 2 7,5 ECTS
| Berandi konstruktiónir 7,5 ECTS |
Sergreins-skeið 22,5 ECTS |
Starvs-venjing 30,0 ECTS
| Valskeið 10 ECTS
| Valskeið 15 ECTS
|
Innleiðandi verkfrøði 7,5 ECTS
| Evnafrøði fyri verkfrøðingar 7,5 ECTS
| KT-verkætlan 7,5 ECTS | Orkuskipanir og umhvørvi 7,5 ECTS | ||||
Mekanik 7,5 ECTS
| Hagfrøði 7,5 ECTS
| Jarðfrøði fyri verkfrøðingar 7,5 ECTS | Veskumekanikkur 7,5 ECTS | Bachelor verkætlan 20,0 ECTS | Bachelor-verkætlan 15 ECTS
| ||
Innl. forritan við MATLAB 5,0 ECTS
| Elektro-magnetisma 5,0 ECTS | Termodynamik 7,5 ECTS
| Innleiðandi elfrøði 7,5 ECTS
| Valskeið 7,5 ECTS
|
- 7. lestrarhálva kann eisini takast við tveimum valskeiðum á 7,5 ECTS og síðani eini bachelorritgerð, ið er 15 ECTS.
Fyrivarni skal takast fyri broytingum í útbúgvingini. Upptøka verður aftur í 2026.
Sergreinar (5. lestrarhálva)
Alt eftir, hvørja sergrein tey lesandi velja, hava tey fylgjandi skeið:
Byggiverkfrøði
• Rammur og plátur (5 ECTS)
• Finite element method (5 ECTS)
• Betong (5 ECTS)
• Stál og træ (5 ECTS)
• Jarðverkfrøði (5 ECTS)
• Verkætlan (5 ECTS)
El-verkfrøði
• Stýriverkfrøði (7,5 ECTS)
• Elektriskar maskinur (7,5 ECTS)
• Streymrásfrøði (7,5 ECTS)
• Valskeið (7,5 ECTS)
Orkuverkfrøði
• Jarðhiti og hitapumpur (7,5 ECTS)
• Bygningsinstallatiónir (7,5 ECTS)
• Varandi orka (7,5 ECTS)
• Valskeið (7,5 ECTS)
Valskeið
Tey lesandi hava á útbúgvingini eisini høvi at taka valskeið. Hesi valskeið kunnu vera vald av góðkendum lista ella sum nýtt skeið eftir nærri meting. Skeiðini kunnu vera á Setrinum ella uttanseturs. Valskeið verða góðkend av útbúgvingarleiðara og lestrarráðnum.
Undirvísing
Undirvíst verður í undirvísingarblokkum og/ella í lestrarhalvum. Liggja skeiðini liggja í undirvísingarblokkum, liggja tey sum víst niðanfyri:
• Blokkur 1: sep.-okt.
• Blokkur 2: nov.-des.
• Blokkur 3: feb.-mar.
• Blokkur 4: apr.-mai.
Liggja skeiðini í lestrarhálvum liggja tey sum víst niðanfyri:
• 1. lestrarhálva: sep.-des.
• 2. lestrarhálva: feb.-mai.
Nærri dagfesting sæst í deildarkalendaranum.
Próvtøkur
Próvtøka í skeiðunum er vanliga beint eftir, at undirvísingin er lokin. Í ávísum førum telja avrik fyri uppgávur, ið verða givnar, meðan skeiðini eru í gongd, við í endaliga próvtalið.
Nærri kunning
Nærri kunning fæst við at venda tær til Bárð Joensen, útbúgvingarleiðara á BardurJ@setur.fo, telefon 293944 ella til Irenu Tróndheim, lestrarvegleiðara.
- Støddfrøði á A-stigi við miðaltalinum minst 6 eftir 7-talsstiganum
- Alisfrøði á B-stigi
- Evnafrøði á C-stigi
Ella tú hevur staðið maskinmeistaraprógv við miðaltalinum:
- Minst 7 eftir 7-talsstiganum