1136.17 - Bókmentafrøði


Skeiðsnummar
1136.17
Heiti
Bókmentafrøði
ECTS
5
Fortreytir
Bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsprógv við góðum próvtali (svarar til minst 5,8 í miðal eftir 7-talsstiganum/8 í miðal eftir 13-talsstiganum) í føroyskum.
Endamál
At fáa kunnleika um bókmentafrøðilig háttaløg og førleika at greiða frá ástøði, grundum, próvførslu, mannagongdum og endamálum teirra.
Innihald
Bókmentafrøðilig háttaløg verða viðgjørd og dømi løgd fram til tess at lýsa ástøði, mannagongdir og endamál teirra. Til dømis kunnu nýkritikkur og strukturalisma verða viðgjørd; eisini kunnu hugmyndafrøðilig, hugmyndasøgulig, sálarfrøðilig, móttøkufrøðilig, post-kolonial ella onnur háttaløg og sjónarhorn verða viðgjørd. Kannað verður, hvussu ymiskt tey viðgjørdu háttaløgini greina og tí eisini fata bókmentir listfrøðiliga (estetiskt), hugmyndafrøðiliga og samskiftisliga. Hugt verður at valdum bókmentaritgerðum og –greinum við atliti at spurninginum um, hvørji háttaløg tær umboða.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 2 tímar um vikuna í eina hálvu. Undirvísingin er skipað sum floksundirvísing við lærara- og studentaframløgum og bólkaarbeiði. Studentarnir skulu skriva eina 14-dagauppgávu ella tvær vikuuppgávur um evni, sum lærarin ásetir.
Læruúrtøka
Studenturin skal duga at • lýsa bókmentafrøðilig háttaløg og seta tey í søguligt høpi • greiða frá bókmentafrøðiligum háttalagi í valdum bókmentaritgerðum
Próvtøkuháttur
Studenturin skrivar eina bundna heimauppgávu, sum skal vera uml. 5-7 síður til longdar, og studenturin fær 14 dagar at skriva hana í.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistin skal vera umleið 200 síður av bókmentafrøðiligum ástøði og bókmentaritgerðum til samans.
Ábyrgd
Malan Marnersdóttir