1212.18 - Samskifti og fjølmiðlar


Skeiðsnummar
1212.18
Heiti
Samskifti og fjølmiðlar
ECTS
5
Fortreytir
Bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsprógv við góðum próvtali (svarar til minst 5,8 í miðal eftir 7-talsstiganum/8 í miðal eftir 13-talsstiganum) í føroyskum.
Endamál
At ogna sær kunnleika um samskifti og miðlar, harundir miðlasøgu, miðlasløg, ástøði um miðlar, miðlagreining og háttaløg. Harumframt verður dentur lagdur á at skilja samspælið millum miðlar og mentan og at ogna sær førleika at skilmarka, greina, tulka og kritiskt viðgera fjølmiðlatekstir í samskiftishøpi teirra (heitið ‘tekstur’ sipar her til ymisk miðlaútlát, t.d. prentaðar ella munnligar tekstir, nettekstir, myndir, ljóð/myndainnsløg og sendingar).
Innihald
Lærugreinin gevur innlit í høvuðshugtøk, -ástøði og -háttaløg í samspælinum millum mentan og miðlar í nútíðar norðurlendskum og alheims samteksti. Lisnar verða grundbókmentir um samskifti og miðlar við klassiskum og samtíðarligum frumtekstum sum dømi. Umrøddir verða prentmiðlar, loftmiðlar, netmiðlar og nútíðar samvirknir sosialir miðlar við atliti at framkomu, menning og týdningi teirra í modernaða samfelagnum. Evnisøki kunnu vera eitt nú tíðindaflutningur, dokumentar, føroyska flokspressan, netbornir sosialir miðlar, bloggar, klassisk frásøgusnið í nútíðar miðlum, miðlar og fólkaræði, politiskt samskifti og spunasmíð, lýsingarsamskifti. Við støði í viðkomandi ástøði og háttaløgum verða valdir tekstir, myndir, sendingar og innsløg greinað og kritiskt viðgjørd í samskiftishøpi teirra.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 2 tímar um vikuna í eina lestrarhálvu. Undirvísingin er skipað sum floksundirvísing við lærara- og studentaframløgum og venjingum.
Læruúrtøka
Studenturin skal duga at • greiða frá týðandi samskiftis- og fjølmiðlaspurdómum • greiða frá týðandi ástøði um samskifti og fjølmiðlar í mentanarligum samteksti • greina fjølmiðlatekstir og viðgera teir í samskiftishøpi teirra við støði í viðkomandi ástøði og háttaløgum • vísa hugtaksliga fatan av miðlasniðum og valdum tekstum í teirra mentanarliga og samfelagsliga høpi • grundgeva fyri og meta um vald ástøði og háttaløg í greining av tekstum
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við hálvtíma fyrireiking. Studenturin kann hava uppgivin verk og tilfar frá undirvísingini hjá sær í fyrireikingini. Endurpróvtøka: Eins og reglulig próvtøka.
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
2 vísindalig verk um ástøði ella háttaløg fyri samskiftisgreining og 1 verk og 7 tekstir, ið umboða ymisk samskiftis- og fjølmiðlasløg; talan kann vera um skrivaðar tekstir, ljóð- og myndainnsløg, sendingar, myndir og privatar tekstir.
Ábyrgd
Zakaris Svabo Hansen