1385.22 - Barna- og ungdómsbókmentir (BA)


Skeiðsnummar
1385.22
Heiti
Barna- og ungdómsbókmentir (BA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið fyrra part av BA í føroyskum. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
Endamálið við skeiðinum er - at geva studentunum fatan av barnabókmentum sum tekstslagi og kunnleika um føroyska barnabókmentasøgu - at geva studentunum innlit í granskingarevni í samtíðar barna- og ungdómsbókmentum - at menna førleikar at arbeiða greinandi við barna- og ungdómsbókmentum sum tekstslagi í norðurlendskum/altjóða høpi.
Innihald
Barna- og ungdómsbókmentir sum tekstslag í søguligum og granskingarsøguligum høpi. Ástøðiligir tekstir verða lisnir og settir í samband við eldri og nýggjar føroyskar og norðurlendskar barna- og ungdómsbókmentir.
Læru- og undirvísingarhættir
- Læraraframløgur - Bólkaarbeiði - Kjak - Studentaframløgur
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skulu tey lesandi - hava vitan um og kunna greiða frá høvuðstáttunum í føroyskari barnabókmentasøgu - hava fatan av granskingarevnum í samtíðini og seta tey í samband við nýggjar føroyskar barna- og ungdómsbókmentir. - duga at nýta tey frøðiheiti, ið hoyra til granskingarøkið - vera før fyri at greina føroyskar barna- og ungdómsbókmentir við støði í ástøðiliga tilfarinum og í norðurlendskum/altjóða høpi.
Próvtøkuháttur
Bundin skrivlig heimauppgáva.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Turið Sigurðardóttir: Føroyskar barnabókmentir Sprotin. 2015. Greinar eftir høvundar sum Ninu Goga, Anna Karlskov Skyggebjerg, Harald Bache-Wiig o.o.
Ábyrgd
Paula Gaard