1386.22 - Merkingarfrøði (BA)


Skeiðsnummar
1386.22
Heiti
Merkingarfrøði (BA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið fyrra part av BA í føroyskum. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
At veita grundleggjandi innlit í merkingarfrøði sum frøðigrein og í týðandi hugtøk, fyribrigdi og nútíðar ástøði í merkingarfrøði, soleiðis at tann lesandi lærir at meta um og nýta henda kunnleika í merkingarfrøðiligari viðgerð av merking í máli og meining í málnýtslu.
Innihald
Innihaldið í skeiðinum er, hvussu merking kemur til orðanna í natúrligum máli, og fellur í ein ástøðiligan part, sum viðger og lýsir merkingarfrøði alment sum málsliga frøðigrein og gevur innlit í merkingarfrøðilig ástøði. Við hesum sum grundarlag verður hugt at sambandinum millum málsligar útsagnir (orð, orðingar og setningar) og ytri tilvísingar og hvussu hesin samanhangur verður miðlaður av hugtøkum. Støði verður tikið í føroyskum og tað verður lýst við greinum og ritgerðum, sum úr ymsum sjónarhornum viðgera merkingarfrøðilig fyribrigdi. Samanburðir verða eisini gjørdir við onnur mál. Hugt verður m.a. eftir, hvussu merkingar verða lýstar formliga, hvønn týdning merkingarfrøði hevur fyri aðrar málsligar frøðigreinar og hvussu mál verða brúkt til at samskifta ymsar merkingar í ymsum høpum.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 3 tímar um vikuna í eina hálvu. Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar, orðaskifti, uppgávur og studentaframløgur av ymsum slag.
Læruúrtøka
Tann, ið hevur luttikið á skeiðinum, skal hava fingið grundliggjandi innlit í merkingarfrøði og skal: • kenna og duga at brúka grundleggjandi hugtøk og heiti í merkingarfrøði • kunna gera greiði fyri, hvat ið eyðkennir merkingarfrøðilig sambond • kunna gera greiði fyri samanheingi millum merking og sannleiksvirði • hava innlit í viðurskiftini millum merkingarfrøði og aðrar málsligar tættir sum m.a. pragmatikk, leksikalskt ástøði, bendingarfrøði og setningafrøði • vera før/ur fyri at lýsa og greina, hvussu ymisk merkingarlig og pragmatisk fyribrigdi verða handfarin og gagnnýtt í dagligum samskifti.
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka í 6 tímar.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
• Elisabeth Engberg-Pedersen, Kasper Boye og Peter Harder. 2019. Semantik. Samfundslitteratur. • Mats Dahlhöf. 1999. Språklig betydelse: en introduktion till semantik och pragmatik. Studentlitteratur. • Barbara Dancygier & Eve Sweetser. 2014. Figurative Language. Cambridge University Press. • John Lyons. 1996. Linguistic semantics. An introduction. Cambridge University Press. • John I. Saeed. 2003. Semantics. Blackwell Publishing. • Harumframt úrval av greinum og ritgerðum serliga um merkingarfrøði, men eisini pragmatikk og orðabókafrøði. Verður útflýggjað so hvørt.
Ábyrgd
Zakaris Svabo Hansen