1388.22 - Samfelagsmálvísindi (BA)


Skeiðsnummar
1388.22
Heiti
Samfelagsmálvísindi (BA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið fyrra part av BA í føroyskum ella samsvarandi. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
Endamálið er, at tey lesandi ogna sær grundleggjandi kunnleika um samfelagsmálvísindi við serligum denti á variatión í málnýtslu og málhugburði í føroyskum kanningum.
Innihald
Tematiskt er skeiðið í tveimum. Annar parturin er ein almenn innleiðsla um samfelagsmálvísindi og hvussu málvariatión verður kannað samfelagsmálvísindaliga við denti á ástøði og háttaløgum. Hin parturin snýr seg um at nýta tað ástøðiliga innlitið sum grundarlag undir viðgerðini av málvariatión í føroyskum.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin verður skipað sum læraraframløgur, framløgur hjá teimum lesandi og kjak.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skal tann lesandi vera før/ur fyri at: • greiða frá og greina samanhangin millum mál og samfelag • greiða frá nýtslu av samfelagsmálvísindaligum amboðum í arbeiði við føroyskum máli • greina málvariatión samfelagsmálvísindaliga.
Próvtøkuháttur
Munnlig hálvtíma framløga við 3 dagar fyrireiking um uppgivið evni.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Verður útflýggjaður við lestrarbyrjan og verður lagdur á Moodle.
Ábyrgd
Jógvan í Lon Jacobsen