1392.22 - Vistgreining (BA)


Skeiðsnummar
1392.22
Heiti
Vistgreining (BA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið fyrra part av BA í føroyskum. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
Studentarnir ogna sær innlit í ástøðiliga rákið vistgreining og læra seg at brúka hugtøk og hugsanir úr rákinum í greinandi arbeiði við tekstum. Harumframt læra studentarnir at meta um vistgreining sum ástøði í bókmentavísindaligum og samfelagsligum samanhangi.
Innihald
Vistgreining er eitt lutfalsliga nýtt rák í bókmentagransking. Í stuttum snýr vistgreining seg sum at kanna, hvussu sambandið millum menniskju og náttúru/umhvørvi verður lýst í tekstum. Ken Hiltner spyr í Ecocriticism The Essential Reader (2015): “what can literature tell us about our relationship to the natural world, as well as our current environmental crisis”. Tað ber til at síggja vistgreining sum eina avleiðing av tveimum avbjóðingum í okkara tíð: 1) umhvørviskreppu og veðurlagsbroytingum, 2) einari tøkniligari menning, sum hevur gjørt hugtøkini “náttúra” og “natúrligt” trupul at arbeiða við. Á skeiðinum verða lisnir ástøðiligir tekstir umboðandi ymsar hugsanir innan vistgreining, bæði úr sonevnda fyrra ráki (“First Wave”) og úr seinna ráki (“Second Wave”), og skaldskapur verður lisin og viðgjørdur við støði í hesum hugsanum.
Læru- og undirvísingarhættir
Stuttir fyrilestrar, lærara- og studentaframløgur, bólkaarbeiði við smáum, tíðaravmarkaðum uppgávum.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, eru studentarnir førir fyri at: • lesa ástøðiligar tekstir um vistgreining kritiskt og greinandi • lýsa og gera mun á ymiskum ástøðiligum hugsanum í vistgreining • brúka skilmarkingar og hugtøk úr vistgreining í arbeiðinum við ymiskum sløgum av teksti • viðgera og tulka skaldskap við støði í hugsanum og hugtøkum úr vistgreining • seta vistgreining í størri samfelagsligt/politiskt høpi
Próvtøkuháttur
Munnlig hálvtíma framløga við 1-3 dagar fyrireiking um uppgivið evni.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Fullfíggjaður lestrarlisti verður útflýggjaður við lestrarársbyrjan, m.a. hesi verk – ella brot úr hesum verkum – verða lisin: Hiltner, Ken (ed.): Ecocriticism. The Essential Reader (2015) Klein, Naomi: This Changes Everything. Capitalism vs. The Climate (2014), pp. 1-28 Serres, Michel: Naturpagten (1992/1990), pp. 9-48 Morton, Timothy: Ecology without Nature. Rethinking Environmental Aesthetics (2007), pp. 1-28, 140-205 Larsen, Peter Stein: Det økokritiske. Úr Lyriske linjer (2018), pp. 55-83 Magnason, Andri Snær: Um tímann og vatnið – donsk týðing: Tiden og vandet (2019/2020) Christensen, Inger: Sommerfugledalen (1991 Jógvansdóttir, Anna Malan: Korallbruni (2018) Frostenson, Katarina: Úr Flodtid (2011) og Sånger och formler (2015) Nielsen, Jóanes: “Brent myrkur”. Úr Tey eru, sum taka mánalýsi í álvara (2007).
Ábyrgd
Bergur Djurhuus Hansen