1394.22 - Norn og máldeyði (BA)


Skeiðsnummar
1394.22
Heiti
Norn og máldeyði (BA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið fyrra part av BA í føroyskum ella samsvarandi. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
Endamálið er, at tann lesandi ognar sær grundleggjandi kunnleika um máldeyða við serligum denti á norn og málskiftið frá norn til skotskt.
Innihald
Tematiskt er skeiðið í tveimum. Annar parturin snýr seg um útdeyða málið norn og keldur tess, serstakliga Hildinakvæði. Hin parturin er ein almenn innleiðsla í fyribrigdið máldeyða við serligum atliti at norn og máldeyða tess.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin verður skipað sum læraraframløgur, framløgur hjá teimum lesandi og kjak.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið er tann lesandi før/ur fyri at: • greiða frá máldeyða og týðandi hugtøkum, ið hartil hoyra • greiða frá norn og teimum keldum, ið finnast til hetta útdeyða mál • greina máldeyða tess við ástøðiligum hugtøkum
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka í 6 tímar.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Verður útflýggjaður við lestrarbyrjan og lagdur á Moodle.
Ábyrgd
Zakaris Svabo Hansen