1395.22 - Tey norðurlendsku málini í fortíð og nútíð (BA)


Skeiðsnummar
1395.22
Heiti
Tey norðurlendsku málini í fortíð og nútíð (BA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið fyrra part av BA í føroyskum. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
Endamálið er, at tey lesandi ogna sær grundleggjandi kunnleika um broytingar í bygnaðinum í teimum norðurlendsku málunum úr fortíð til nútíð. Tey læra at síggja líkleikar og munir millum tey norðurlendsku málini á ymsum málsligum stigum, t.d. í morfologi, fonologi, syntaksi, orðatilfari. Við einum søguligum samanberandi vinkli fáa tey lesandi vitan um ymsar broytingar, sum eru farnar fram í málunum upp gjøgnum søguna, og kunna seta orð á hesar broytingar. Í tí samtíðarliga partinum læra tey um munirnar millum norðurlandamálini, soleiðis sum teir koma til sjóndar í dag. Eisini fáa tey innlit í ymsar flokkingarhættir av teimum norðurlendsku málunum.
Innihald
Skeiðið snýr seg um broytingar, sum eru farnar fram í bygnaðinum í teimum ymsu norðurlandamálunum tey síðstu umleið 1000 árini. Nøkur útvald evni verða tikin til viðgerðar, t.d. morfologiskar broytingar, fonologiskar broytingar, broytingar í orðatilfari, og síðan verða hesar broytingar samanbornar. Vinkulin er samanberandi millum mál og millum tíðarskeið.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin verður skipað sum læraraframløgur, studentaframløgur og kjak.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið er tann lesandi før/ur fyri at: • greiða frá málbroytingum, sum eru farnar fram í norðurlandamálunum • greiða frá málbygnaðinum í norðurlandamálunum søguliga og samtíðarliga • greiða frá bygnaðinum hjá føroyskum í einum norðurlendskum samanhangi.
Próvtøkuháttur
Munnlig hálvtíma framløga við 3 dagar fyrireiking um uppgivið evni.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Verður útflýggjaður við lestrarbyrjan og lagdur á Moodle.
Ábyrgd
Jógvan í Lon Jacobsen