1374.20 - Fólkanavnafrøði (BA)


Skeiðsnummar
1374.20
Heiti
Fólkanavnafrøði (BA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið fyrra part av BA í føroyskum ella samsvarandi. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
At studenturin fær grundleggjandi vitan um fólkanavnagávu frá elstu tíðum til í dag.
Innihald
Tann elsti norrøni navngávuhátturin, sum vit kenna, er tilbrigdishátturin, t.e. at tvíliðað nøvn í t.d. eini ætt eru saman um ein og sama navnalið, meðan hin skiftir. Ein annar navngávuháttur er at lata nøvnini byrja við sama stavi, kallaður stavrímshátturin. Hesir báðir navngávuhættir verða lýstir. Viðgjørdur verður eisini ein annar vanligur navngávusiður so langt, ið søgur ganga frá, t.e. uppkallingin. Nortið verður við uppkallingarreglur og -siðir gjøgnum tíðirnar. Kunnað verður um, hvørja ávirkan kristnitøkan hevði á navnagávuna. Fleirnevnissiðurin verður lýstur umframt ta ávirkan, hann t.d. hevði á konufólkanøvnini. Aðrir siðir, sum tóku seg upp við fleirnevnissiðinum, verða eisini lýstir, t.d. uppkalling eftir fríggja-, sunnu- og álmanakkadegnum. Tvíburanøvn verða eisini viðgjørd. Kunnað verður um stuttnevni og kelinøvn. Navnauppruni verður eisini viðgjørdur, og nøvnini verða bólkað í ymiskar navnaupprunabólkar. Nortið verður við lemmatisering og movering. Kunnað verður um tær tríggjar føroysku fólkanavnalógirnar frá ávikavist 1992, 2002 og 2007. Kunnað verður um yrkisorð innan fólkanavnafrøðina, granskingarsøgu og -úrslit. Í tí sambandinum verða lisnar greinir og ritgerðir, sum viðgera hesi evni. Kunnað verður um fólkanavnaheimildir úr ymsum tíðarskeiðum, og studenturin skal læra at viðgera navnatilfar við støði í granskingarháttaløgum.
Læru- og undirvísingarhættir
Læraraframløgur og studentaframløgur.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skal studenturin vera før/ur fyri at: • lýsa ástøðiligu vitanina um fólkanavnafrøði • greiða frá ymiskum navngávuháttum • greiða frá ymiskum uppkallingareglum og -siðum • greina fólkanøvn í ymiskar navnaupprunabólkar • lemmatisera fólkanøvn • lýsa føroyska fólkanavnalóggávu
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka í seks tímar. Til próvtøkuna er loyvt at hava: føroyskar orðabøkur og eina navnabók.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlisti verður útflýggjaður við lestrarbyrjan.
Ábyrgd
Anfinnur Johansen