1378.21 - Skaldsøgan Gandafjallið (BA)


Skeiðsnummar
1378.21
Heiti
Skaldsøgan Gandafjallið (BA)
ECTS
5
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið fyrra part av BA í føroyskum ella samsvarandi. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
Endamálið er at lesa og viðgera skaldsøguna Gandafjallið úr einum heimspekiligum sjónarhorni.
Innihald
Der Zauberberg (Gandafjallið) eftir týska rithøvundin Thomas Mann verður mett sum ein av teimum stóru skaldsøgunum í 20. øld. Formliga er hon ein búningarskaldsøga, men møguliga eisini ein listinlærd keipumynd av hesum tekstaslagi. Frásøgnin er pallsett á einum bróstsjúkrahúsi í sveisisku alpunum. Høvuðspersónurin, Hans Kastorp, fer á eina ætlaða stutta vitjan hjá einum skyldmanni. Men støðgurin gerst heili sjey ár, og í hesum tíðarskeiði fær lesarin eitt nágreiniligt innlit í henda smáheim uppí í fjøllunum. At enda fylgja vit honum á vígvøllin í fyrsta heimsbardaga. Innihaldsliga viðger Der Zauberberg ævig evni so sum lív og deyða, ást og tráan, tíð og tíðarinnar gongd og ikki minst list. Somuleiðis verða hugsjónir sum humanisma og einræði settar upp hvør ímóti aðrari og endavendar. Verkið verður sett í eitt hugmyndasøguligt høpi og tulkað úr einum heimspekiligum sjónarhorni. Føroyskir tekstir, sum innihaldsliga nerta við somu spurningar sum Der Zauberberg, verða lisnir.
Læru- og undirvísingarhættir
Lærara- og studentaframløgur og kjak.
Læruúrtøka
Studentarnir ogna sær: • Førleika at lesa og viðgera bókmentir og heimspekiligar tekstir akademiskt greinandi • Førleika at arbeiða við hugtøkum og skilmarkingum • Evni at greina bókmentir og heimspeki og møguligt samband millum hesi • Førleika skipað at viðgera heimspekiligar spurningar, sum verða settir í skaldskapi • Evni at greiða frá pørtum av heimspekisøguni, sum eru viðkomandi fyri verkið Der Zauberberg (Gandafjallið).
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við hálvtíma fyrireiking.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Møguligar tillagingar kunnu hugsast og styttri tekstir lagdir afturat: Mann, Thomas: Der Zauberberg, 1924 Dowden, D.: A Companion to Thomas Mann´s The Magic Mountain 1999 Heinesen, J.P.: Thomas Mann. Úr Tíðarkjarr. Hugleiðingar, 1998.
Ábyrgd
Jógvan Dalbø Hansen