1379.21 - #MeToo og bókmentir (BA)


Skeiðsnummar
1379.21
Heiti
#MeToo og bókmentir (BA)
ECTS
5
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið fyrra part av BA í føroyskum ella samsvarandi. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
Tey lesandi læra um #MeToo-rørsluna, og hvørji høvuðsmálini í #MeToo stríðnum eru. Við støði í ástøðiligum greinum læra tey at greina og tulka bæði eldri og nýggjari bókmentalig verk í ljósinum av #MeToo.
Innihald
Í seinastuni hevur harðskapur móti kvinnum verið alment umrøðu- og kjakevni um allan heim í sambandi við #MeToo- rørsluna, og hetta sæst aftur í nýggjum bókmentum. Harðskapur móti kvinnum er kortini ikki eitt nýtt fyribrigdi, hvørki samfelagsliga ella í bókmentum. Á skeiðinum verður kannað, hvussu harðskapur móti kvinnum sæst aftur í íslendskum og føroyskum bókmentum. Viðgjørd verða kvæði, miðaldartekstir og nútímans bókmentir. Eisini verða lisnar ástøðiligar og bókmentafrøðiligar greinir um evnið.
Læru- og undirvísingarhættir
Lærara- og studentaframløgur og kjak
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, duga tey lesandi • at greiða frá høvuðseyðkennum og høvuðsmálum í #MeToo-rørsluni • at lýsa ástøði og hugtøk, sum antin eru partur av ella viðkomandi í #MeToo-rørsluni, og seta hesi í samband við bókmentaligar tekstir • at greina og tulka skaldskap við støði í hugsanum og hugtøkum, sum eru knýtt at #MeToo-rørsluni.
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka í 4 tímar
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Halldór Laxness: Salka Valka; Vigdís Grímsdóttir: Ég heiti Ísbjörg, ég er ljón; Gerður Kristný: Blóðhófnir; Skírnismál (eddukvæði), sagnakvæði (íslendsk og føroysk, ljósrit): smásøgur og yrkingar (íslendsk og føroysk, ljósrit). Greinar úr Ritinu 3/2018 og 1/2019 (on-line); Fléttur: #MeToo (íslendskt greinasavn, 2020, ljósrit). Oddvør Johansen: “Sjúti ferðir sjey ferðir” (stuttsøga, 1989), Katrin Ottarsdóttir: “Á upptøku” (stuttsøga, 2016). Fullfíggjaður lestrarlisti verður útflýggjaður við lestrarbyrjan.
Ábyrgd
Soffía Auður Birgisdóttir