1375.21 - Danmark og nýggja Útnorður. Frá Donald Trump til William Heinesen (BA)


Skeiðsnummar
1375.21
Heiti
Danmark og nýggja Útnorður. Frá Donald Trump til William Heinesen (BA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið fyrra part av BA í føroyskum ella samsvarandi. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
Endamálið er at fara aftur um tað globala uppmerksemið, sum Arktis og Útnorður hava fingið seinastu árini og hervið eisini Føroyar, sum við víðkaðum havøki nú gera eitt legg inn í pólkringin. Vit spyrja í hesum sambandi, hvønn týdning hesin nýklakti politiski áhugin hevur fyri samleikapositiónir, mentanararv og náttúrutilfeingi í økinum. Tingingar í mentanarligan, listaligan og politiskan forstand fara fram í øllum pørtum av Útnorðri (Føroyum, Grønlandi, Íslandi og Stranda-Noregi) hesi árini sum partur av sjálvstýrisgongdum, samleikaumsitingum, veðurlagsbroytingum og alheimsgerð. Kjarnan í skeiðinum verður at kanna skiftið frá tjóðarbygging til regiónsbygging og frá tjóðarbygging til destinatiónsbygging í ferðavinnuhøpi við serligum atliti at landafrøðiligum ímyndum: frá valdslandafrøðini hjá Trump til emotionellar landafrøðir hjá Williami. Studentarnir ogna sær vitan um, hvussu nýggja Útnorður skipar seg í einari broytingarstøðu millum sín gamla leiklut í danska ríkinum og sín nýggja í alheimsgerðini við serligum atliti at Arktis sum geopolitiskum valdspalli hjá stórveldunum.
Innihald
Karmurin um skeiðið verður nýggjari mentanarsøguskriving í Útnorðri og Arktis. Tilfarið á skeiðinum er tríbýtt. Fyrst og fremst verða greindar føroyskar, íslendskar og danskar skaldsøgur við atliti at viðurskiftunum millum Útnorður, Danmarkar ríki og alheimsgerðina. Hetta verður yvirskipað kannað sum úttrykk fyri ymsar tilgongdir til samleika, mentanararv, landafrøði og náttúrutilfeingi. Meira ítøkiligt verður litið nærri at, hvussu serliga Føroyar verða lýstar í føroyskum og donskum skaldsøgum, hvussu landafrøðiligu eindirnar í økinum verða lýstar sum melankolskar, blues-dæmdar landafrøðir, sum ikki kunnu kortleggjast til fulnar og sum sostatt hava snúgvið sær undan fullum kolonialum og kontinentalum eftirliti. Vit líta eisini nærri at, hvussu ávísir figurar sum kvinnan og fíggjarvíkingar gerast ímyndin av landafrøði og tjóðum. Umframt skaldsøgur verður í fittan mun trivið í ástøðiligar tekstir, sum lýsa ymsar tilgongdir til ímyndaðar landafrøðir við serligum atliti at Útnorðri og Arktis. Millum hesar tilgongdir eru postkolonialar ímyndir um miðdepil og útjaðara, ímyndir um sambandið millum stødd og bygnað í ultralítlum, ikki-metropolum mentanum. Í hesum sambandi verður í fyrstu atløgu hugt at Útnorðri og Arktis sum einum postkolonialum øki, men eisini at, hvussu postkolonialisman fær avbjóðingar frá øðrum teoretiseringum innan eitt nú Island Studies og mentanarlandafrøði, sum bæði peika inn í og út um postkolonialismu. Í triðja lagi verður perspektivið breitt út til alskyns mentanarligar ímyndir um Útnorður og Arktis: bókamessur, biennalur, ferðavinnu og sambandið millum ferðavinnu og ymsar nisjuferðavinnur (gastroturismu, food tourism, voluntourism, filmsturismu) og branding.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar og lærara- og studentaframløgur umframt bólkaarbeiði.
Læruúrtøka
Studentarnir hava við skeiðslok ognað sær førleika í: • At lýsa vitan um sambandið millum bókmentir (skaldsøguna) og landafrøði við serligum atliti at ímyndum um landafrøði í Útnorðri og Arktis • At greiða frá ymsum tilgongdum til hugtøk sum ‘norður’, ‘Blues’, ‘Imagined Geography’, ‘(Ultra)minor’ bókmentir, arkipelag. • At nýta hugtøk innan postkolonialismu, Island Studies, Tourism Studies, bókmentalandafrøði • At greina sambond millum skaldsøguna og landafrøði • At greiða frá sambondum millum bókmentir og landafrøði á annan bógvin og branding og mentanarferðavinnu á hin bógvin • At meta um sambond millum bókmentir og kosmopolitismu/mentanarliga globalisering við atliti at staðbindandi ketum millum tað lokala, nationala, regionala og globala.
Próvtøkuháttur
Heimauppgáva (tvær vikur) um uppgivið evni.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistin er 2 vísindaverk og 4 bókmentaverk. Grundbók: Kirsten Thisted og Ann-Sofie Gremaud (ritstj.): Denmark and the New North Atlantic. Narratives and Memories in a Former Empire Vol. I and II (2020).
Ábyrgd
Bergur Rønne Moberg