1376.21 - Nútíðarføroyskt. Setningafrøði (BA)


Skeiðsnummar
1376.21
Heiti
Nútíðarføroyskt. Setningafrøði (BA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið fyrra part av BA í føroyskum ella samsvarandi. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
Studenturin skal ogna sær vitan um eldri og nýggjari gransking í føroyskum innan økið setningafrøði.
Innihald
Farið verður ígjøgnum kap. 5 í Faroese. An Overview and Reference grammar. Aftur at hesum verða ymiskar greinar um føroyska setningafrøði/málvariatión lisnar, og Føroysk mállæra 2. Grunddrøg í føroyskari syntaks.
Læru- og undirvísingarhættir
Pultundirvísing, framløgur, bólkaarbeiði, orðaskifti.
Læruúrtøka
Studenturin skal duga • at arbeiða við tí tilfari, hann/hon fær útflýggjað • at skilja innihaldið í tí, sum arbeitt verður við • at brúka tilfarið í víðari arbeiði sínum við føroyskum.
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka í 6 tímar. Øll hjálparamboð eru loyvd.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Faroese. An Overview and Reference Grammar. H. Thráinsson, H. P. Petersen, J. í Lon Jacobsen & Z. S. Hansen. Kap. 5. Føroysk mállæra II. Grunddrøg í føroyskari syntaks. H. P. Petersen. Aftur at hesum verða ymiskar greinar lisnar. BA lesandi skulu geva upp uml. 500 bls.
Ábyrgd
Hjalmar Páll Petersen