1014.04 - Almenn málfrøði


Skeiðsnummar
1014.04
Heiti
Almenn málfrøði
ECTS
8
Endamál
At geva studentinum innlit í teir ymisku tættirnar í málfrøðini. Serligur dentur verður lagdur á at læra studentin ljóðskrift.
Innihald
Almenn málfrøði er skipað sum innleiðsluskeið til mállesturin. Undirvíst verður 4 tímar um vikuna ta fyrstu lestrarhálvuna, og próvtøka verður hildin eftir lokna undirvísing. Lokið prógv í almennari málfrøði er treyt fyri at fara til hinar próvtøkurnar á støðisnáminum. Endamálið við skeiðnum er at geva studentinum innlit í teir ymisku tættirnar í málfrøðini: ljóðfrøði (fonetikk og fonologi), formfrøði (morfologi), setningsfrøði (syntaks), merkingarfrøði (semantikk) og málvariatión (dialektologi og sociolingvistikk), og at gera hann kunnugan við grundleggjandi hugtøk innan málfrøðina. Parturin um søgulig málvísindi verður tikin upp sum partur av málsøgu. Serligur dentur verður lagdur á at læra studentin ljóðskrift. Við próvtøkuna skal studenturin vísa, at hann hevur innlit í grundleggjandi málfrøðilig hugtøk, og at hann dugir at nýta ljóðskrift (IPA). Til próvtøkuna gevur studenturin upp: Eina lærubók í almennari málfrøði og eina lærubók í ljóðfrøði.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 4 tímar um vikuna ta fyrstu lestrarhálvuna.
Próvtøkuháttur
Skrivlig roynd í 6 tímar við innanhýsispróvdøming.
Ábyrgd
Eivind Weyhe