1022.04 - Mállæra


Skeiðsnummar
1022.04
Heiti
Mállæra
ECTS
12
Endamál
At geva studentinum hollan ástøðiligan og praktiskan kunnleika um føroyska mállæru.
Innihald
Mállæra er aðalhugtak innan málfrøðina og er læran um bygnaðin í málinum, bæði alment og í tí einstaka málinum. Her verður høvuðsdenturin lagdur á føroyska mállæru, men føroyskt verður alla tíðina samanborið við onnur nær skyld mál, og almenn málfrøðilig fyribrigdi og hugtøk verða nýtt í viðgerðini. Læran um bygnaðin í málinum (t.e. úttrykssíðuna) fellur í trinnanda tættir, ið verða viðgjørdir hvør sær, men eisini sæddir í sínámillum samljóði. Hesir tættirnir eru: ljóðfrøði (fonologi), formfrøði, t.e. orða- og bendingarfrøði (morfologi) og setningsfrøði (syntaksur). Innihaldssíðan í málinum verður umrødd undir merkingarfrøðini (semantikkinum). Lært verður um málførir, og dentur verður lagdur á at gera studentin tilvitandi um málsliga variatión (dialektir, sociolektir, talumál og skriftmál). Við próvtøku skal studenturin vísa: - at hann hevur gott innlit í føroyska mállæru (ljóð-, bendingar- og setningsfrøði), og at hann hevur grundleggjandi kunnleika um merkingarfrøðilig hugtøk. Hann skal lýsa ein tekst málfrøðiliga, t.e. greina ein tekst ella tekstbrot. Greiningin skal byggja á hugtøk, ið nýtt verða í almennari málfrøði; - at hann kennir og dugir at lýsa tey sjónskastu málføriseyðkennini í føroyskum og kann vísa á tey týdningarmestu málføramørkini. Onnur málslig variatión, so sum sociolektir, skriftmál mótvegis talumáli o.a., kann eisini verða tikin við her. Til próvtøkuna gevur studenturin upp: Eina føroyska mállæru. Eitt verk samansett av greinum og ritgerðum, ið viðgera ymiskar tættir innan føroyska málfrøði. Hóskandi úrval av tekstum (25-40 s.), ið umboða ymiska stavseting. Tekstirnir skulu umboða høvuðsmálførini.
Læru- og undirvísingarhættir
2 tímar um vikuna í 3 lestrarhálvur.
Próvtøkuháttur
Skrivlig roynd í 6 tímar við uttanhýsispróvdøming.