1042.88 - Norðurlendsk mál


Skeiðsnummar
1042.88
Heiti
Norðurlendsk mál
ECTS
2,5
Endamál
At geva studentunum hollan kunnleika í norskum - bæði bókmáli og nýnorskum -, svenskum og íslendskum og førleika at skilja málini í talu og skrift.
Innihald
Endamálið við hesi lærugrein er at geva studentunum hollan kunnleika í norskum - bæði bókmáli og nýnorskum -, svenskum og íslendskum. Ikki verður undirvíst í donskum, tí at studentarnir væntast at hava hollan kunnleika í tí. Lisið verður hóskandi úrval av tekstum á nútíðarmáli, og kunnað verður um megintættir í mállæruni, serliga um tað, ið er serkent fyri hvørt málið sær. Framburður verður íðkaður, eitt nú við at lurta eftir ljóðbondum og plátum. Roynt verður at fáa lærarar, ið hava hesi mál sum móðurmál, at undirvísa, ella at fáa fólk úr hesum londum at koma í tímarnar at leggja studentunum lag á við framburði og fatan. Endamálið við undirvísingini er, at studenturin skal vinna sær førleika at skilja í talu og skrift íslendskt, norskt og svenskt. Eisini skal studenturin læra at bera málini fram og mállæru teirra í høvuðsdráttum. Til royndina gevur studenturin upp tað tilfar, ið lisið er á skeiðunum ella samsvarandi. Royndirnar eru tríggjar: Í íslendskum, norskum og svenskum. Royndirnar eru innanhýsis, munnligar. Roynt verður í upplestri, fatan og mállæru. Um studenturin fylgir 80% av tímunum í einum norðurlendskum máli, sleppur hann frá roynd í tí. Um studenturin hevur staðið roynd á einum norðurlendskum summarskeiði, kann hann eftir umsókn sleppa frá roynd í tí máli, sum hann hevur verið á summarskeiði í.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður tað, sum samsvarar við 2 tímar um vikuna í tvær lestrarhálvur.
Próvtøkuháttur
Um studenturin fylgir 80% av tímunum, sleppur hann frá roynd í hesi lærugreinini. Annars skal hann til munnliga innanhýsis roynd. Hevur studenturin staðið roynd á einum norðurlendskum summarskeiði kann hann eftir umsókn sleppa frá (pørtum av) royndini.