1043.88 - Norðurlendskt mál, svenskt


Skeiðsnummar
1043.88
Heiti
Norðurlendskt mál, svenskt
ECTS
3
Endamál
Studenturin skal vinna sær førleika at skilja svenskt í talu og skrift. Eisini skal studenturin læra at bera málið fram og læra mállæruna í høvuðsdráttum.
Innihald
Norðurlendsk mál: Endamálið við hesi lærugrein er at geva studentunum hollan kunnleika í norskum - bæði bókmáli og nýnorskum -, svenskum og íslendskum. Ikki verður undirvíst í donskum, tí at studentarnir væntast at hava hollan kunnleika í tí. Lisið verður hóskandi úrval av tekstum á nútíðarmáli, og kunnað verður um megintættir í mállæruni, serliga um tað, ið er serkent fyri hvørt málið sær. Framburður verður íðkaður, eitt nú við at lurta eftir ljóðbondum og plátum. Roynt verður at fáa lærarar, ið hava hesi mál sum móðurmál, at undirvísa, ella at fáa fólk úr hesum londum at koma í tímarnar at leggja studentunum lag á við framburði og fatan. Endamálið við undirvísingini er, at studenturin skal vinna sær førleika at skilja í talu og skrift íslendskt, norskt og svenskt. Eisini skal studenturin læra at bera málini fram og mállæru teirra í høvuðsdráttum. Til royndina gevur studenturin upp tað tilfar, ið lisið er á skeiðunum ella samsvarandi. Royndirnar eru tríggjar: í íslendskum, norskum og svenskum. Royndirnar eru innanhýsis, munnligar. Roynt verður í upplestri, fatan og mállæru. Um studenturin fylgir 80% av tímunum í einum norðurlendskum máli, sleppur hann frá roynd í tí. Um studenturin hevur staðið roynd á einum norðurlendskum summarskeiði, kann hann eftir umsókn sleppa frá roynd í tí máli, sum hann hevur verið á summarskeiði í.
Próvtøkuháttur
Royndin er innanhýsis, munnlig. Roynt verður í upplestri, fatan og mállæru. Um studenturin fylgir 80% av tímunum, sleppur hann frá roynd.