1111.90 - Skaldskapur av manna munni


Skeiðsnummar
1111.90
Heiti
Skaldskapur av manna munni
ECTS
16
Endamál
At geva studentunum grundleggjandi vitan um føroyskan kvæðaskaldskap, sagnir og ævintýr og at geva eitt yvirlit yvir greinirnar, eyðkenni, form og innihald.
Innihald
Skaldskapur av manna munni eru yrkingar- og frásagnarhættir, ið verða skaptir og hava livað í ikki-skriftbundnum samskifti millum fólk. Skilt verður millum greinir (genrur) á fleiri stigum. Bundnar greinir eru í Føroyum fyrst og fremst kvæðini og hartil m.a. vísur, tættir og skjaldur. Frásøgugreinir eru fram um alt sagnir og ævintýr. Smágreinir eru gátur, orðatøk, ramsur o.a. Undirvíst verður í flestum greinum (genrum), tó at denturin verður lagdur so ymiskt alt eftir høvi, áhuga studentanna og teimum lærarakreftum, ið eru til taks. Høvuðsevnini verða tó altíð kvæðaskaldskapur, sagnir og ævintýr. Hartil verður undirvísing givin í granskingarsøgu og ástøði, og nomið verður við skaldskap av manna munni í grannalondunum. Hetta seinasta er ikki sjálvstøðugur undirvísingarpartur, men verður tikið við í almennu undirvísingina. Yvirlit: Undirvísingin verður løgd eftir at geva eitt yvirlit yvir greinirnar, eyðkenni, form og innihald, og talað verður um týðandi granskingarspurningar, ið eru knýttir at teimum ymsu greinunum. Hetta er stutt yvirlit, ætlað sum inngangur til alt evnið. A. Granskingarsøga og ástøði: Traðkaðar leiðir í fólkaminnisfrøði og í mentafrøði alment. Ymsir skúlar í gransking av skaldskapi av manna munni verða gjøgnumgingnir og metingar gjørdar av teimum. B. Greinir (genrur): Høvuðsgreinirnar verða viðgjørdar fyri seg við serligum atliti at kvæðum, sagnum og ævintýrum. Givið verður neyvari innlit í summar spurningar, ið frammi hava verið, og arbeitt verður við nágreiniligum viðgerðum av einstøkum kvæðum, sagnum ella ævintýrum og/ella bólkum av hesum. C. Traditiónsvísindi: Dentur verður lagdur á traditiónstilgongdina og aðrar síður við folkloristiskum metingum so sum brúk og funktión í mun til onnur sjónarhorn, eitt nú estetisk og filologisk. Skriftfesting av skaldskapi av manna munni verður viðgjørd við denti á føroyska kvæðauppskriving. PRÓVTØKA Til exam.art. prógv verður kravt - hollur kunnleiki um allar høvuðsgreinirnar í Føroyum og almennur kunnleiki um skaldskap av manna munni í grannalondunum, og - innlit í ymisk ástøði viðvíkjandi skaldskapi av manna munni alment. Studenturin skal kunna greiða frá traditiónstilgongdini og teimum treytum fyri lívi og skapan, ið eyðkenna skaldskap av manna munni í formi og innihaldi, og skal kunna lýsa ymsar uppfatanir og sjónarmið innan gransking við atliti at vísindaligum og mentanarligum rákum í tíðini. LESTRARLISTI A1. Kvæðir: Uppgevast skulu umleið 12 kvæðir/vísur, har greinirnar (genrurnar) eru umboðaðar soleiðis: 1 náttúrukvæði, 1 halgikvæði, 1 sannsøguligt kvæði (CCF 77), 1 riddarakvæði, 5 kappakvæðir, 1 skemtikvæði og 2 tættir. Sjúrðarkvæði (CCF 1) er fast krav millum kappakvæðini og Fuglakvæðið yngra (CCF 190 II) millum tættirnar. Í mesta lagi trý av uppgivnu kvæðunum/ vísunum kunnu vera donsk, svensk ella norsk. Uppgivin útlendsk kvæðir/vísur kunnu hava føroyskar variantar. A2. Sagnir: Uppgevast skula umleið 50 síður, har høvuðsgreinirnar eru umboðaðar. Lisið verður m.a. úr J. Jakobsen: Færøske Folkesagn og Æventyr og V. U. Hammershaimb: Færøsk Anthologi I, men ein hóskandi partur skal vera ikki redigeraðar uppskriftir (t.d. úr bandasavninum á Føroyamálsdeildini ella egið savnað tilfar/variantar). Høvuðsgreinirnar eru: fólkatrúsagnir, sannsøguligar sagnir og upphavssagnir. A3. Ævintýr: Uppgevast skal eitt úrval upp á einar 40 síður, har høvuðsgreinirnar eru umboðaðar. Úrvalið kann takast úr J. Jakobsen: Færøske Folkesagn og Æventyr umframt ikki redigerað ævintýr úr bandasavninum á Føroyamálsdeildini ella egið savnað tilfar/variantar. Høvuðsgenrurnar eru: djóraævintýr (AT 1-299), eginlig ævintýr (AT 300-1199) og skemtiævintýr (AT 1200-1999). A4. Smágenrur: Uppgevast skal eitt úrval upp á uml. 10 síður. Høvuðstilfarið finst í V. U. Hammershaimb: Savn, V. U. Hammershaimb: Færøsk Anthologi I og J. Chr. Poulsen: Føroysk orðafelli og orðtøk. Studenturin kann eisini uppgeva egið savnað tilfar. Bæði orðatøk og gátur skulu vera í tí uppgivna tilfarinum. B. Ástøði: Uppgevast skulu einar 250 síður, harav í samráð við læraran og sambæriligt við undirvísingina eitt hóskandi úrval av tekstum um fólkaminnisgreinirnar sær. Uppgivna tilfarið skal umfata bæði tolkingarspurningar, spurningar um aldur og uppruna og metodiska/kritiska teori, m.a. um innsavning og dokumentatión og um traditiónstilgongdina.
Læru- og undirvísingarhættir
2 tímar um vikuna í 4 lestrarhálvur ella samsvarandi.
Próvtøkuháttur
Studenturin kann velja at 1: fara til munnliga roynd við 1/2 tíma fyrireiking. Studenturin kann hava tey uppgivnu verkini og upprit (notat) hjá sær, meðan hann fyrireikar seg. Ella 2: skriva eina heimauppgávu.