1121.94 - Bókmentasøga


Skeiðsnummar
1121.94
Heiti
Bókmentasøga
ECTS
16
Endamál
Endamálið er, at studenturin skal Fáa góðan kunnleika um føroyska bókmentasøgu og gott innlit í norðurlendska bókmentasøgu, læra at skilja, lýsa og kunna um bókmentir sum søgulig fyribrigdi og taka støðu til bókmentasøgu sum vísindi og frálæruevni.
Innihald
Lærugreinin umfatar føroyska og norðurlendska bókmentasøgu frá miðøld til okkara tíð. Lisnir verða føroyskir, norskir, íslendskir, svenskir og danskir tekstir, skaldsligir eins og yrkistekstir frá miðøld til í dag. Harafturat koma greinir og ritgerðir, t.d. bókmentasøgulig verk úr ymsum tíðarskeiðum, verk, sum viðgera søgu miðilsins og bókmentastovnsins og sosiologiskar og sosialsøguligar kanningar av ávísum tíðarskeiðum. Lesturin kann verða skipaður í tíðarrað, í tíðarskeið ella eftir søguligum "knútum", hann kann leggjast til rættis eftir estetiskum, hugmyndafrøðiligum, sosialsøguligum og politiskum/búskaparligum sjónarmiðum. Tað ber eisini til at leggja lesturin til rættis eftir temum ella tekstsløgum (genrum). Í lestrinum eiga tekstirnir at verða settir í samband við samfelagsviðurskiftini, við tann miðilin og tann stovnin, sum tekstirnir verða spjaddir av, og við teir lesararnar, sum teir eru ætlaðir. Til próvtøkuna skal studenturin duga at: - lýsa skaldsligu tekstirnar á lestrarlistanum við atliti at søgu tekstslagsins, - staðfesta og lýsa teir sum úrslit av menningarrákum í tíðarskeiðinum, tá ið teir eru skrivaðir, og - greiða frá ymsum tolkingum av hesum tekstum; vísa á hvussu bókmentasøguligar viðgerðir bera dám av vísinda- og mentanarrákum í tíðarskeiðinum, tá ið tær eru skrivaðar. Til próvtøkuna gevur studenturin upp: Bókmentasøgulig verk: 4 bókmentasøgulig verk, sum bæði geva yvirlit og útdjúpandi viðgera føroyskar og aðrar norðurlendskar bókmentir. Skaldslig verk: 5 skaldslig verk og 20 stuttar tekstir ella 4 skaldslig verk, 1 yrkisbókmentaligt verk og 20 stuttar tekstir. Skaldsligu verkini og stuttu tekstirnir skulu vera rímiliga spjadd við atliti at tíð og tekstslag. Danskar, íslendskar, norskar (bæði á nýnorskum og bókmáli) og svenskar bókmentir skulu vera umboðaðar, í minsta lagi við einum skaldsligum verki og 5 stuttum tekstum.
Læru- og undirvísingarhættir
2 tímar um vikuna í 4 lestrarhálvur
Próvtøkuháttur
Studenturin kann velja at 1: fara til munnliga roynd við 1/2 tíma fyrireiking. Studenturin kann hava tey uppgivnu verkini og upprit (notat) hjá sær, meðan hann fyrireikar seg. Ella 2: skriva ein heimauppgávu.