1131.04 - Greining


Skeiðsnummar
1131.04
Heiti
Greining
ECTS
12
Endamál
At studenturin lærir seg at greina skaldsligar tekstir, lærir seg at skriva greinandi (analýtiskt), ognar sær kunnleika um ymisk bókmentafrøðilig háttaløg og førleika at greiða frá grundum, mannagongd og endamálum teirra.
Innihald
Lisið verður eitt úrval av tekstum í teimum trimum høvuðstekstsløgunum, yrking, søgu og leikriti á føroyskum og øðrum norðurlendskum málum. Tekstirnir verða viðgjørdir og greindir við atliti at frásøgusnild, uppbygging, myndamáli, ørindislagi, stíli o.ø. fyri at vísa á týdningin hjá tí einstaka bygnaðartáttinum fyri tema og tekstheild. Studentarnir loysa skrivligar uppgávur. Tær verða gjøgnumgingnar við atliti at greiningarúrslitum og skrivligari framseting. Fleiri háttaløg verða viðgjørd og dømi givin til tess at lýsa ástøði, mannagongd og endamál í greiningini, m.a. nýkritisk, strukturalistisk, hugmyndafrøðikritisk, hugmyndasøgulig, sálarfrøðilig og dekonstruktiv háttaløg koma upp á tal. Á henda hátt verður víst á, hvussu ymiskt tey viðgjørdu háttaløgini greina og tískil eisini fata skaldskap estetiskt, hugmyndafrøðiliga og samskiftisliga. Til próvtøkuna skal studenturin duga at: greina ein skaldsligan tekst gjølla; vísa á stíl- og formeyðkenni í samspæli teirra við tema og tekstheild; nýta greiningarhugtøk; lýsa bókmentafrøðilig háttaløg.
Læru- og undirvísingarhættir
2 tímar um vikuna í 3 lestrarhálvur ella 3 tímar um vikuna í 2 lestrarhálvur.
Próvtøkuháttur
Studenturin kann 1: fara til skrivliga roynd í ókendum tekstum í 6 tímar. Studenturin skal einki taka við sær. Neyðugu tekstirnir verða útflýggjaðir. Ella: 2: skriva eina bundna heimauppgávu. Uttanhýsispróvdøming.
Ábyrgd
Malan Marnersdóttir