1141.88 - Ritverk/tíðarskeið


Skeiðsnummar
1141.88
Heiti
Ritverk/tíðarskeið
ECTS
8
Endamál
At geva studentinum høvi til at fara í dýpdina í einum avmarkaðum evni.
Innihald
Undirvíst verður í annaðhvørt einum ritverki ella einum tíðarskeiði. Undirvísingin í einum ritverki/tíðarskeiði hevur til endamáls at geva studentinum høvi til at fara í dýpdina í einum avmarkaðum evni. Ritverk: Undirvísingin skal: venja studentin at greina og skapa sær heildarfatan av einum ritverki, fylgja menningargongdini í einum lívsverki, menna gávurnar at tolka bæði einstaka verkið og alt ritverkið sum eina heild í sambandi við mentanar- og bókmentarák tíðarinnar og vísa á samfelagslig og sálarfrøðilig høpi og kunna studentin um ymiskar tolkingar av ritverkinum og bókmentafrøðiligu ástøði teirra. Lisið verður heilt ritverk ella ein meginpartur av ritverki. Ritverkið kann vera skaldsligt, endurminningar o.a. Tekstirnir eiga at umboða ymsu stigini í ritverkinum, bæði viðurkend og minni viðurkend verk. Dagbøkur, brøv og handrit kunnu verða tikin við. Onnur ritverk, sum listaliga ella mentanarliga lýsa ritverkið, kunnu verða drigin uppí. Miðað verður eftir eini heildarfatan av ritverkinum, soleiðis at heildin kastar ljós á stakpartarnar, á tey mest týðandi temuni, á vandamál og menning ritverksins. Til próvtøkuna skal studenturin duga at greiða frá tematikkinum í ritverkinum og menning tess, greina skaldsligu verkini á lestrarlistanum og greiða frá støðu teirra í ritverkinum og greiða frá, hvussu ritverkið verður viðgjørt í vísindaligu bókmentunum ella seta tað í samband við onnur vísindaverk. Tíðarskeið: Studenturin skal fáa sær gjølligan kunnleika um bókmentirnar eitt ávíst tíðarskeið og eitt yvirlit yvir sosialu, politisku, búskaparligu og mentanarligu viðurskifti tess. Valda tíðarskeiðið eigur at verða sett inn í ta søguligu og bókmentasøguligu gongdina sum heild. Studenturin skal læra at síggja fyribrigdini í tíðarskeiðinum úr ymsum ástøðiligum sjónarhornum. Lisin og greind verða viðurkend og minni viðurkend verk úr valda tíðarskeiðinum, skaldsligir tekstir eins og yrkistekstir. Próvtøka: Til próvtøkuna skal studenturin duga at greina skaldsligu tekstirnar á lestrarlistanum og seta teir í samband við tíðarskeiðið, tá ið teir eru skrivaðir, og at greiða frá, hvussu tíðarskeiðið er avmarkað.
Læru- og undirvísingarhættir
2 tímar um vikuna í 2 lestrarhálvur.
Próvtøkuháttur
1988-90:Studenturin skrivar eina heimauppgávu. 1990-92:Royndin er innanhýsis. Studenturin skrivar eina heimauppgávu.