1811.96 - Granskingarsøga


Skeiðsnummar
1811.96
Heiti
Granskingarsøga
ECTS
8
Endamál
At geva studentinum innlit í granskingarsøguna hjá námsgreinini og táttum hennara.
Innihald
Studenturin skal lesa ein nærri tilskilaðan setning um granskingarsøguna hjá námsgreinini og táttum hennara. Mál- og bókmentafrøði verður sett inn í hugvísindaligt granskingarhøpi, og lýst verður, hvussu frøðigreinin í norðurlendskum málum og bókmentum tekur seg upp og mennist. Serligur dentur verður lagdur á menningina hjá føroyskari mál- og bókmentagransking og hjá móðurmálslærugreinini. Undirvíst verður í lærugreinini heysthálvuna 1996 2 tímar um vikuna: G1: Skiftandi uppfatanir av mállæruskriving. Eivind Weyhe. 6 tímar. Í hesum tímunum er ætlanin at viðgera føroyska mállæruskriving. Yvirlit verður givið yvir føroyskar mállærur (serliga Jákup Nolsøe, Hammershaimb/J. Jakobsen, J. Dahl og Lockwood, møguliga eisini onkur yngri), og hugt verður at, hvussu tær lýsa føroyskt mál. Serligur dentur verður lagdur á viðurskiftini millum sokallaða normativa skúlamállæru og málsliga variatión. Í tí sambandi verður komið inn á skiftandi áskoðanir innan mállæruskriving. G2: Søgan hjá filologiini. Jóhan Hendrik Winther Poulsen. 6 tímar. G3: Bókmentasøguskriving. Malan Marnersdóttir. 6 tímar. Stutt lýsing: Tímarnir skulu geva eitt innlit í søguna hjá bókmentasøguskrivingini. Nær tók bókmentasøguskriving seg upp í tí líki, sum vit kenna hana, og hvussu er hon broytt? Eftir romantisku stevnuskránni var tað málsligi felagsskapurin, sum kundi savna tjóðina, og tann málsligi felagsskapurin varð hildin at vera eina best til skjals í tí góða skaldskapinum, og tí fóru menn at skriva tjóðarskaldsøgur. Síðani hava aðrar hugsjónir gjørt vart við seg, og tað er ávirkan teirra á bókmentasøguskrivingina serliga í Norðurlondum, sum tímarnir fara at snúgva seg um. Bókmentir (fyribils): Atle Kittang: Om litteraturhistorieskriving. Alvheim & Eide, Ivre Ervik 1983 Malan Simonsen: Bylgjurnar leika í trá, Tórsh. 1992 bls. 13-20 Greinir úr tíðarritum. G4: Føroysk bókmentasøguskriving. Turið Sigurðardóttir. 6 tímar. Stutt lýsing: Bókmentavísindi ella bókmentafrøði kann býtast í tríggjar høvuðstættir, ið tó ofta flættast saman í teimum einstøku bókmentarannsóknunum: bókmentasøgu, bókmentakritikk og skaldskaparfrøði ella poetikk - sum tað, vit mest fingust við á skeiðinum um greining, sjálv tekstgreiningin, kann bólkast undir. Spurningarnir, sum vit skulu fáast við, eru í fyrsta lagi tann yvirskipaði: HVUSSU hevur arbeiðsøkið hjá bókmentafrøðini og grundsjónarmið hennara ment seg í nýggjari tíð? í øðrum lagi: HVUSSU hava bókmentir verið rannsakaðar í Føroyum frá Jakob Jakobsen til í dag? Og í triðja lagi: Hvagar liggja leiðirnar í nýtíðar bókmentafrøði? Fyribils bókmentalisti: Michael Foucault: "What is an Author?" í Literary Criticism and Theory Longman 1989. Anders Østergaard: "Fortolkningspositioner" í Skud Amanda 1992. Ljóstøk av handriti. G5: Almenn mentafrøði. Eyðun Andreassen. 6 tímar. Stutt lýsing: Skeiðið fevnir um mentanarhugtakið søguliga og týdningarliga. HVUSSU kann hugtakið hugsast at hava sett dám á veruleikan, og hvørjar fylgjur síggjast av hesum, samfelagsliga, mentanaliga og vísindaliga. Ein bók at byrja við kann vera: Arne Martin Klausen: Kultur. Mønster og kaos. ad Notam. Oslo 1992 Lesturin í hesum námsparti samsvarar við undirvísing í 30 tímar. Møtiskylda er, og studenturin skal taka virknan lut í undirvísingini. Hann skal hava framløgu um okkurt evni og ger í sambandi við framløguna ein skrivligan samandrátt, sum lærarin skal góðkenna. Lisnar verða einar 400 síður.
Læru- og undirvísingarhættir
2 tímar um vikuna heysthálvuna 1996. Lesturin samsvarar við undirvísing í 30 tímar.
Próvtøkuháttur
Virkin luttøka í undirvísingini (vera til minst 80% av tímunum), framløga við skrivligum samandrátti, sum lærarin góðkenning. Annars skrivlig roynd í 6 tímar.