1847.06 - Messa og djevulskapur


Skeiðsnummar
1847.06
Heiti
Messa og djevulskapur
ECTS
10
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at fáa innlit í eitt týðandi nútímans ritverk og seta tað í mun til bókmentalig rák til tess at verða før/førur fyri kunna um tað og taka støðu til tað.
Innihald
..., lygnir og skyn, bókmentir og politikkur, yrkingar og (ó)søgur eru nøkur av evnunum, sum kannað verða á bachelor-masterskeiðinum um ritverkið hjá Carl Jóhan Jensen. Endamálið við skeiðinum er at fáa innlit í eitt týðandi nútímans ritverk og seta tað í mun til bókmentalig rák til tess at verða før/førur fyri kunna um tað og taka støðu til tað. At lesa verður eitt úrval av tí, sum Carl Jóhan Jensen hevur givið út, eitt nú: Messa á morgni og fram undir morgun, 1985 Hvørkiskyn, 1990 Rúm, 1995 Tímar og rek, 19997 Mentir og mentaskapur, 1999 Ósøgur um djevulskap, 2005 Bókmentir um ritverkið: Ummæli í Brá og dagbløðum. Grein hjá Turið Sigurðardóttir í Braga. Um Rúm í Hvør av øðrum. Greinir hjá Kim Simonesen. Neyvari bókmentalisti verður at fáa við undirvísingarbyrjan.
Læru- og undirvísingarhættir
Týsdag kl. 9 - 12, heystið 2006.
Próvtøkuháttur
Skrivlig roynd í 6 tímar ella bundin heimauppgáva.
Ábyrgd
Malan Marnersdóttir