1848.06 - Motiv í munnmentum


Skeiðsnummar
1848.06
Heiti
Motiv í munnmentum
ECTS
10
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at greiða motiv og mentanarligt samskifti í skaldskapi á manna munni í grannalondum og grannamentanum her fyri norðan.
Innihald
Ymisk motiv verða viðgjørd og funnin aftur aðrastaðni, og arbeitt verður við, hvussu motiv kunna finnast í øðrum mentanum og hjá øðrum fólkum, og hvussu ymiskliga tey kunna koma fyri. Nakrar kendar ferðasagnir verða greindar so sum sagnir um huldufólk, kópakonu, niðagrís, nyk og eitt nú gandur og sagnir um gand. Í kvæðaskaldskapinum verða ymisk motiv viðgjørd so sum svørð, spjót, hestur, og summir tilburðir, ið kennast aftur manga staðni eitt nú kappin ið veksur upp hjá móður síni og venist á leikvøllinum, gandakellingin, ið vekir uppaftur falnar menn í bardaga o.o. Arbeitt verður við prentaðum og óprentaðum munnligum søgu- og kvæðatilfari úr Føroyum og grannalondum. Aðrar munnligar skaldskapargreinir verða tiknar inn so sum ævintyr og í ein mun eisini norrøn skriftmentadømi.
Læru- og undirvísingarhættir
Fríggjadag kl. 9-12, heystið 2006.
Próvtøkuháttur
Skrivlig roynd í 6 tímar ella bundin heimauppgáva.
Ábyrgd
Eyðun Andreassen